Flestu partrolarapør fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski, og skipini gera okkurt gott hálið viðhvørt. Tvey partrolarapør fiska makrel.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at partrolarapørini, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa, sum henda vikar gongur.
Men, eru flestu partrolarapør til fiskiskap í løtuni, kann ikki tað sama sigast um djúpvatnstrolararnar sum fiska ísfisk og teir smáu trolbátarnar.
Tí, sambært Fiskamarknaði Føroya í dag er eingin djúpvatnstrolari á ísfiskaveiði, og allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju.
Hinvegin eru garnaskipini til fiskiskap, og væntandi er, at øll tey fýra garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa í vikuni.
- Garnaskipini hava eisini brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.