Tað tók sína tíð í morgun, áðrenn vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn neyvt visti at siga, hvussu náttin hevði verið.
- Systemið riggar ikki í løtuni, var svarið fyrstu og aðru ferð, vit fregnaðust í morgun.
Men, sambært vaktleiðaranum hevur lítið verið á vási síðstu nátt.
- Onkur fullur varð koyrdur til hús, sum náttin gekk. Annars hevur einki serligt verið á vási.
Vaktleiðarin sigur, at eingin harðskapur er meldaður, og eingin er tikin fyri at hava koyrt við kenning.









