Nú er onkur heitur um skallan

Norska kriminalløgreglan - Krypos - kemur nú við ávaringum til tann ella tey, sum standa aftan fyri brotsverkið móti norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen.

 

 

Hon hevur verið sporleyst horvin síðan hin 31. oktober í 2018, men framvegis arbeiðir norska løgreglan við stórari orku í royndini at loysa málið. Løgreglan heldur, at onkur hevur beint fyri Anne-Elisabeth Hagen í heiminum hjá henni og manninum, miljarderinum, Tom Hagen. Hálvt annað ár eftir, at konan sporleyst hvarv, avgjørdi løgreglan at handtaka Tom Hagen og skuldseta hann fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni.

 

Norska rættarskipanin helt tó ikki, at prógvini hjá løgregluni móti manninum vóru nóg góð, og 11 dagar eftir, at miljarderurin varð handtikin og skuldsettur, varð hann leyslatin aftur. Tom Hagen er tó framvegis skuldsettur í málinum, men hevur alla tíðina hildið upp á, at hann er ósekur. Hjúnini eiga trý vaksin børn, og tey duga slett ikki at ímynda sær, at pápin er sekur í einari brotsgerð móti mammuni.

 

Seinastu tíðina hevur norska kriminalløgreglan - Krypos - lagt stóran dent á tey teknisku sporini, sum tey halda møguliga kunnu loysa gátuna. Tá konan var horvin, lá eitt bræv í heiminum í Lørenskog, har tey, sum hugsandi framdu brotsgerðina og rændu ríkmanskonuna, søgdu seg vilja hava níggju miljónir evrur í loysigjaldi, um Tom Hagen skuldi fáa konu sína aftur á lívi.

 

Brævið bygdi á eina sonevnda krypto-uppseting, og tað er serliga hesin parturin, sum seinastu tíðina hevur fylgt nógv hjá kriminalløgregluni, har fremstu serfrøðingar hjá Krypos innan hetta økið royna at finna út av, hvør kann hava skipað fyri brotsgerðini, ið tey meta, at Anne-Elisabeth Hagen hevur verið fyri. Løgreglan heldur seg nevniliga hava funnið forvitnisligar slóðir og træðrir, sum tey nú royna at greiða.

 

Meira enn fýra mánaðir fyri, at ríkmanskonan hvarv, varð ein netsíða stovnað við loyniorðinum "anne", og tá legði onkur Bitcoin-adressuna inn, sum Tom Hagen sambært hóttanarbrævinum kundi brúka til samskifti við tann ella tey, sum hugsandi høvdu rænt konu hansara. Haraftrat varð ein Monero-adressa, sum skuldi brúkast til at gjalda níggju miljónir evrur, eisini stovnað.

 

Krypos hevur eina deild, nevnd NC3 - við fremstu serfrøðingum innan kryptovaluta. Hesi arbeiða nú við at finna út av, hvør skipaði krypto-uppsetingina í Lørenskog-málinum. Norska løgreglan leitar nú eftir fólki, sum hava stórar tekniskar førleikar og "kriminellan kapasitet og útinningarevni...", sum tey rópa tað. Løgregluadvokaturin hjá NC3, Richard Beck Pedersen, dugir ikki at siga, hvussu mong í Noregi kunnu hava hesar førleikar.

 

Sjálvt um Krypos hevur arbeitt við fleiri málum um kryptovaluta, hevur júst hetta mál havt stórar avbjóðingar fyri norsku løgregluna. - Eg vil ikki siga, hvussu lagt vit eru komin - ella, hvat vit higartil hava funnið fram til, men eg kann siga, at vit arbeiða víðari við teimum sporum, vit hava, og vit hava framvegis eina trúgv upp á, at vit kunnu koma fram til úrslit við at fylgja hesum sporum.

 

Løgregluadvokaturin hjá NC3, Richard Beck Pedersen, heldur, at tað kann saktans vera, at onkur í løtuni kennur seg eitt sindur heitan um skallan.