Onkuntíð hevur sæð líka svart út

Terji Sigurðsson, semingsmaður, dugir ikki at meta um útlitini fyri semju, nú partarnir aftur eru farnir til samráðingarborðið í dag Klokkan 13 í dag fóru umboð fyri Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag á fund saman við semingsmonnunum, Terja Sigurðssyni og Símuni Absalonsen.

Fundurin er á Hotel Hafnia, og Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at ætlanin er at halda fram, til úrslit spyrst burtur úr.

Hann sigur, at so leingi, sum samráðst verður, verður flotin ikki lagdur, tí siðvenja er, at friður valdar undir samráðingum.

Terji dugir ikki at meta um útlitini, nú partarnir aftur hava sessast við samráðingarborðið, men hann vísir á, at ein loysn skal finnast fyrr ella seinni.

- Eg vænti, at samráðingarnar fara at taka nakrar dagar, og vit kunnu bara vóna, at ein loysn er á borðinum, áðrenn partarnir fara hvør til sítt.

Spurdur, um hann sum semingsmaður áður hevur havt eina so trupla uppgávu at loysa sum hesa, sigur Terji Sigurðsson, at flestu samráðingar eru truplar.

Hann ásannar kortini, at fundirnir, sum higartil hava verið millum partarnar, hava víst, at langt er ímillum feløgini í spurninginum um eftirløn og oljuútreiðslur.

- Eg vænti ikki, at nakað semingsuppskot kemur á borðið í dag.

Terji sigur, at tíðin hjá feløgunum at finna eina loysn á trætuni gongur út á midnátt mikukvøldið, men sita partarnir tá framvegis við samráðingarborðið, verður hildið fram, so leingi vón er um semju.

- Eg eri optimistur og vóni sjálvsagt, at vit koma undir land uttan verkfall í fiskiskipaflotanum. Tað hevur onkuntíð sæð líka so svart út sum hesaferð, sigur Terji Sigurðsson.