Onkuntíð er saksurin hentari enn knívurin, tá um mat ræður. Av gomlum vana taka vit ofta knívin, tá vit stákast í køkinum, men hevur tú hugsað um, at ofta loysir ein saksur uppgávuna betri? Onkuntíð er faktiskt ikki neyðugt at draga skerifjøl og knív fram. Keyp tær heldur ein góðan køkssaks, sum er eitt sindur hvassari og sterkari enn vanligi pappírssaksurin.
Ein slíkur saksur kann lættliga vaskast í uppvaskimaskinuni eftir brúk, er lættari at brúka enn knívurin og ofta loysir tað uppgávuna skjótari. Her eru sjey føri, har saksurin er betri enn knívurin.
1. At skera pitsu
Um tú ikki eigur eitt pitsahjól, so er nógv lættari at skera pitsuna við saksi enn knívi – onkuntíð lættari enn við hjóli eisini. Tað gongur skjótt, og tú dregur ikki ost og fyllu við tær, sum ofta hendir, tá tú skalt skera pitsuna í bitar.
2. At skera flesk
Hvur tú hugsað um, at tað kanska er líka lætt at klippa fleskaálirnar í bitar heldur enn at skera tær? Tú sleppir undan at gera knív og skerifjøl skitnað og sleppur undan feittutu fingrunum. Og so kanst tú jú eisini klippa fleskið beinleiðis niður í grýtuna ella pannuna.
3. At skera urtir
Er tað strævið at hakka urtir í smáar bitar? Royn við saksinum. Halt urtunum í einum bunti og klipp. Tú kanst eisini samlað bløðini í eitt glas og síðani klippa tey.
4. At klippa drúvutyssi
Ofta kann vera ringt at hála eitt lítið tyssi av drúvum av stóra klasanum, men um tú nýtir ein saks, er tað skjótt og ómakaleyst. Klipp smá tyssi við eini fimm, kanska seks drúvum niður. So sleppur tú eisini undan at øll mugu nerta við allar drúvurnar, tá tey fáa sær. Samstundis sleppur tú undan at hava ein stóran hálvtóman klasa liggjandi á borðinum, tá gestirnir hava fingið sær.
5. At hakka heilar tomatir í dós
Um tú skalt brúka tomatir í dós í einum grýturætti ella sós, og av misgáum hevur keypt heilar tomatir í dós, so er lætt at klippa tær. Sting saksin niður í dósina og klipp smærri ella størri bitar, sum tær lystir.
6. At skera feitt og tægrar av kjøti og høsnarunga.
Tá tú skalt reinsa feitt og tægrar av kjøti og høsnarunga, er tað lættari við saksi enn við knívi. Tú sleppur lættari framat og vandin at skera seg er minni. Er saksurin hvassur og sterkur, er eisini ómakaleyst at klippa heilar høsnarungar í tvey. Klipp bara gjøgnum skrokkin.
7. At skera turra frukt
Um tú skalt nýta turra frukt í kaku ella breyði, er saksurin góður á at heita. Sviskur, súrepli, aprikos og fikur er alt lætt at skera við saksi.










