Fiskamarknaður Føroya hevur í dag gjørt sínar metingar um, hvussu næsta vika kemur at roynast hjá skipum og bátum.
Væntandi er, at bara tað eina línuskipið kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Tað verður helst longu mánadagin, og slagið verður mest brosma og longa.
Um útlitini til útróður sigur marknaðurin, at streymurin er avtakandi, og veðrið sær út til at gerast hampuligt. Tí væntar marknaðurin, at nakað verður av útróðri.
- Djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein fiskar kongafisk vestanfyri og kemur helst inn at landa mikudagin ella hósdagin. Ein fiskar svartkalva eystanfyri og kemur inn at landa týsdagin. Onkur djúpvatnstrolari roynir eisini eftir upsa og kemur inn í vikuni sum kemur.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at partrolararnir fiska allir upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Teir koma inn, sum vikan gongur.
- Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir, men helst fer onkur út á Skeivabanka í vikuni.
At enda verður sagt um garnaskipini, at tvey fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Ein bátur fiskar eisini svartkalva við gørnum og kemur væntandi inn at landa seinast í næstu viku.