Onki samtarv millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi


Í seinasta lagið í novembur í ár verður aftur val til løgtingið. Javnaðarflokkurin hevur verið púra greiður um, at samstarv verður ikki millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eftir valið. Eg ætli mær í hesi grein at vísa á, hví eg haldi, at Tjóðveldi eigur at koma við eini líknandi útmelding.

Seinastu dagarnar hevur Kringvarpið varpað ljós á eina kavrotna fiskivinnuskipan, ið serliga Fólkaflokkurin eigur heiðurin av. Politiska skipanin viðger í løtuni endurksipan av fiskivinnuni, og hóast ein meiriluti á tingi er fyri veruligari broyting, so bendir alt á, at rotinskapurin í núverandi skipan fer at halda fram.

 

 

Fiskivinnunýskipan uttan Fólkaflokkin

Ein fiskivinnunýskipan uttan Fólkaflokkin er einasta gongda leiðin, skulu hava nakran møguleika at rætta upp upp á tað blóðskeivu kós, vit við verandi fiskivinnupolitikki eru á. Sum Kringvarpið og óteljandi serfrøðingar hava víst á, so er verandi fiskivinnuskipan í veruleikanum ein spottan av vanliga føroyinginum. Politikkurin hevur svikið, og tíðin er komin at rætta upp upp á feilirnar. Meiri og meiri kapitalur samlast á færri og færri hondum, og gera vit onki við trupulleikan nú, og lata Fólkaflokkin stýra nýskipanini, so er góður møguleiki fyri, at vit ikki fáa framt eina veruliga nýskipan tey næstu nógvu árini. Tí at Fólkaflokkurin vil ikki eina nýskipan, og tí mugu vit finna ein meiriluta uttan um flokkin.

 

 

Grundleggjandi hugsjónarligar ósemjur

Fiskivinnunýskipanin er tað týdningarmesta málið, ið er á skránni í løtuni, og hóast flokkarnir nærum onki hava til felags á tí økinum, vil onkur vísa á, at onnur mál eru, har tað Tjóðveldi og Fólkaflokkurin væl kunnu samstarva. Eitt nú um fullveldisspurningin. Onkur hevur sagt – og fer at endurtaka – at Tjóðveldi kann ikki siga samstarv við Fólkaflokkin frá sær, tí at skal veruligur møguleiki vera fyri eini fullveldissamgongu eftir valið, so ber ikki til at avskriva samstarv við ein av stóru fullveldisflokkunum. Eg ivist ikki í, at tað eru nógv tjóðveldisfólk, ið hava hugsa í hesum banunum, men eg vil staðiliga afturvísa, at tað ikki ber til at fremja framstig á fullveldisleið uttan Fólkaflokkin.

 

Veruleikin er, at Fólkaflokkurin, eftir mínum tykki, als ikki er ein fullveldisflokkur longur. Seinastu fýra árini eru talandi dømi um, at Fólkaflokkurin ikki ynskir at taka stig á fullveldisleið. Øll uppskot um framtøk, uttan mun til hvussu smá, eru blivin feld, og vit hava tikið stór fet móti meiri sambandi. Blokkurin er hækkaður og danskir løgreglumynduleikar kunnu nú frítt avlurta føroyskar stovur. So nógv fyri fullveldispolitikk Fólkafloksins.

 

Fólkaflokkurin kostaði okkum eisini loysingina fyrst í øldini og eg havi hug at minna fólk á, at eitt samfelag skal skipast og stýrast eftir loysingina eisini – og skal eg vera heilt erligur, so vil eg heldur hava, at vita halda fram í verandi heimastýri, enn sum sjálvstøðug tjóð við Fólkaflokkinum í landsins leiðslu. Tí saman við einum meiriluta av Føroya fólki, havi eg als onki álit á Fólkaflokkinum.

 

 

Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi

Tjóðveldi eigur at taka ta røttu avgerðina og greitt boða frá, at vit ikki ynskja at samstarva við Fólkaflokkin eftir valið. Hugsjónarliga hava vit onki til felags, og hyggja vit at søguni hjá leiðandi persónum í flokkinum, so er onki at ivast í, at Tjóðveldi undir ongum umstøðum kann hava tað sitandi á sær, at flokkurin hevur hjálpt hesum í landstýri. Tað ábyrgdarloysi, vit hava sæð í hesum valskeiðnum hevur sett met, og Føroya fólk ynskir nakað heilt annað, og tað er tað, vit skulu geva fólkinum – ikki meiri av tí sama.

 

Stig móti tjóðarfrælsi og persónligum frælsi skulu vit taka saman við Framsókn og Javnaðarflokkinum. Flokkarnir eiga at seta seg saman, og finna fram til, hvar flokkarnir kunnu semjast, og síðan melda greitt út, at flokkarnir eru samdir um eina heilt aðrar leið. Ábyrgd fyri føroyska samfelagnum hava andstøðuflokkarnir víst seg at taka í álvara, og tí er tíðin komin, til at flokkarnir kappa øll bond við sitandi ábyrgdarleysa stýrið, ið onga virðing hevur fyri landsins lógum og vanliga føroyinginum.

 

Fólk hava brúk fyri at vita, at tað finst eitt alternativ til sitandi samgongu, og eg haldi tað vera ábyrgdarleyst av andstøðuflokkunum ikki at afturvísa samstarvi við samgonguflokkarnar, tí at vit hava sæð seinastu fýra árini, hvussu lítið hesir flokkar leggja í Føroyar.