- Eg kundi ikki droymt um at brotið nakra tingskipan.
Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins dugir ikki at síggja nakað løgið í teimum politisku fyrireikingum, hann hevur gjørt nú hann skal á ST aðalfund í USA um eina viku.
Eftir ætlan verður hann burtur í tríggjar vikur og tað er ikki vist, at tað verður bara sum at siga tað, sum politiska støðan er í løtuni.
Eitt nú skal løgtingið viðgera málið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Uppskotið er til viðgerðar í rættarnevndini hjá løgtinginum. Eftir tingsskipanini hevur nevndin ein mánað at viðgera uppskotið, so skal tað leggjast aftur fyri løgtingið. Eydnast tað ikki nevndini at gera málið liðugt til tíðina, kann løgtingsformaðurin longja tíðarfreistina.
Men so skulu sakligar grundir vera fyri tí.
Sostatt skal rættarnevndin leggja uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi, fyri løgtingið aftur í seinasta lagi 4. oktobur, eru sakligar orsøkir til ikki at longja freistina.
Men eftir ætlan, kemur Kaj Leo Johannesen ikki aftur úr USA fyrrenn fýra dagar seinni. Tí hevur hann spurt formannin í rættarnevndini, floksfelagan, Marjus Dam, um tað ikki ber til at bíða við at leggja uppskotið fyri aftur løgtingið til hann er afturkomin.
Orsøkin er, at varmaður hansara á Løgtingi er Heðin Mortensen og hann vil Kaj Leo Johannesen undir ongum umstøðum síggja á Løgtingi, sum varamann.
Hetta varð um vikuskiftið tulkað sum um at Kaj Leo Johannesen leggur upp til at bróta tingskipanina.
Sjálvur heldur hann als ikki, at talan er um í hesum føri og hann heldur ikki, at hetta er tað sama sum at toyggja tingskipanina.
Men tingskipanin sigur, at tingnevndirnar hava í mesta lagi ein mánað at viðgera eitt mál. Er tað so ikki at toyggja tingskipanina, at heita á formannin í rættarnevndini um at bíða við málinum?
- Nei, tað er tað ikki. Tað kemur ofta fyri, at mál eru ov sein úr nevnd av alskyns orsøkum og tí dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í hesi áheitanini.
Hann heldur eisini, at tað er nóg góð grund til at bíða við málinum, at hann er nakrar dagar ov seinur heim.
- Hetta var bara ein fyrispurningur um at bíða nakrar fáar dagar við hesum málinum, akkurát sum so nógv onnur mál hava bíðað. Ber tað til, er tað fínt. Men ber tað ikki til, komi eg bara heim teir dagarnar áðrenn, longri er tann søgan ikki, sigur Kaj Leo Johannesen.
Ikki nóg góð orsøk
Men hesum er Edmund Joensen, løgtingsformaður, ikki heilt samdur í.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til fyrispurningin frá Kaj Leo Johannesen til formannin í rættarnevndini, tí hann vil bara greiða frá, hvat sjálv skipanin sigur.
- Tingkipan er so, at skal eitt mál útsetast, skal tað vera fyri at tryggja, at tað fær eina nágreiniliga viðgerð. Talan kann vera um, at hoyra ymsar partar í einum máli fyri at lýsa tað betri o.s.fr, talan kann vera um at bíða eftir tilfari, o.s.fr.
Edmund Joensen staðfestir samstundis, at tað er ikki ein nóg góð grundgeving fyri at longja tíðarfreistina, at ein nevndarlimur er burturstaddur.










