Tað var heilt eyðsýnt í dystinum í Gundadali í gjár, at felagsliðið úr Suðuroynni var komið á vøllin fyri at verja tað eina stigi teir høvdu, og tað riggaði eisini væl í ein lítlan tíma.
- Jú, vit fóru á vøllin fyri at verja hetta eina stigi, vit høvdu. Teir høvdu sjálvandi bóltin meiri enn vit, men tað er fyri so vítt onki at siga til, tí tað var jú toppur sum tók ímóti botni. Men vit halda tær avtalur vit gera, og tað er umráðandi, segði Finn Johannensen, sum sunnudagin stóð einsamallur við síðulinjuna, nú Bjarni Johansen var noyddur at verja málið.
Soleiðis sum úrslitini tóku seg út, so viðførdi tað, at VB/Sumba nú liggur á aftasta plássi, ájavnt stigum við B68. Tað sær so ógvuliga svart út hjá felagsliðnum úr Suðuroy, men tey hava kortini ikki mist vónina, um at tað fer at eydnast liðnum at lívbjarga sær enn eitt ár í deildini.
- Lagið er gott hóast støðuna. Í dag gekk tað væl rættiliga longi, og við eitt sindur av hepni høvdu vit eisini kunnað fingið eitt mál, men tað gekk so ikki. Vit hava tó ikki mist vónina, og eru av teirra fatan, at onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, staðfesti Finn Johannesen, eftir dystin í Gundadali í gjár.