Onki bendir á, at nakað nýtt fer at koma fram um fiskivinnunýskipanina á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld.
Bæði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, løgdu dent á, at teir ikki koma inn á smálutir og holdningar, sum eru komnir fram undir samráðingunum hesar seinastu dagarnar.
Lsandsstýrismaðurin segði, at talan er ikki um eitt uppskot sum er svart ella hvítt, men her eru samráingar um fleiri ymisk ting. Hann segði eisini, at uppboðssølan eftir hansara meting heldur ikki er nakar goridiskur knútur.
Floksformennirnir vóru í byrjanini spurdir um uppboðssøluna og har vóru tað bæði Fólkaflokkurin og Nýtt Sjálvstýri greiðir í svarunum. Jørgen Nclasen segði stutt og greitt:
-Ikki ein stertur!
Hinir floksformennirnir vildu, at ein partur skal fara um eina uppboðssølu, men tildømis Bárður Nielsen segði, at Sambandsflokkurin ímyndar sær, at millum fimm og 10 prosent fara um eina uppboðssøluvur Wint
Dávur Winther tók myndina.