Onki annað enn ágangur móti fólkaræðinum

- Veruleikin er, at hetta onki annað er enn ágangur móti og inntriv í fólkaræðið, einans til tess at tæna politiskum endamálum. Takk fyri síðst - tað er valár, tá vit ikki sleppa í Klaksvík, so sleppa tit heldur ikki í Havn.


Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann í lesarabrævi í dag finst at lógaruppskotinum, ið Annika Olsen og Jákup Mikkelsen, hava lagt fyri tingi, ið mælir til, at eingin einstakur persónur kann vera fulltíðar borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis.


Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er nevniliga ein av trimum løgtingslimum, ið samstundis røkir ein borgarstjórasess. Hinir báðir eru Kristin Michelsen og Pauli T. Petersen,


Heðin Mortensen rør uppundir, at veruliga orsøkin til at lógaruppskotið ikki er fleiri uppgávur til borgarstjórar, men heldur støðan har Klaksvíkar býráð sýtti Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, at taka sæti á tingi.


- Men tá tað ikki hepnaðist borgarstjóranum í Klaksvík at sleppa at reka bæði størvini, so má lógin sjálvandi broytast, so borgarstjórin í Havn heldur ikki sleppur. Fólkaflokkurin sigur tí í uppskoti, at tað er so synd og so strævið hjá borgarstjórum, nú so nógv tung málsøki eru yvirtikin frá tí almenna.


- Hetta hevur sjálvsagt onki við at gera, at tað er valár og mann vil raka borgarstjóran í Havn sum harðast og koyra nøkur valevni "í stilling". Nei, vansin er, at bý- og bygdarráð brúka sín demokratiska rætt at avgerða, hvussu kommunustýrislimir skulu arbeiða. Og tað má steðgast, hóast hetta er ein beinleiðis skerjing av demokratisku rættindunum hjá borgarstjórum og bý- og bygdarráðum.


Til ber at lesa alt tíðindaskrivið hjá Heðini Mortensen her.