Dan Turéll, Onkel Danny fortæller det hele,
Borgen, 2006
Dan Turéll fekk sítt fólksliga gjøgnumbrot við Vangede Billeder í 1975, har hann við mildum eygum lýsir vanliga lívið og vanligu fólkini í Vangede, har hann vaks upp. Frá at hava verið ein heldur løgin avantgarde listamaður, gjørdist Dan Turéll nú tann fólkakæri Onkel Danny. Keðiligur bleiv hann tó ongantíð, og tey flestu minnast ivaleyst Dan Turéll best sum skjótt snakkandi, vinarliga provokerandi performaran við svørtum neglalakki og hatti.
Aftaná Vangede Billeder gav Dan Turéll út fýra søvn av ferðafrásøgnum, hugleiðingum, endurminningum, yrkinum og stuttsøgum, sum nú verða givin út sum samlað verk í nýggja savninum. Onkel Danny fjepparar vita, hvat teir kunnu vænta sær. Tey, ið ikki kenna hann, kunnu hóskandi byrja her og gleða seg til at hoyra ein framúr góðan eygleiðara av (stórbýar)lívinum siga frá við rúkandi ferð um stórt og smátt við tí eyðkenda Onkel Danny eldhuganum og kryddinum, sum ger søgurnar nýggjar hvørja ferð, sjálvt um tú heldur teg hava hoyrt onkra av teimum fyrr.