Føroyski rokk-punk bólkurin, Oniontree, gav í gjár út sína fyrstu fløgu. Tað er ein sokallað EP, sum inniheldur 4 løg. Hóast bert eitt ár baki, so hevur Oniontree spælt til nógv tiltøk, eitt nú í Vega við The Dreams, og Náttin er ung í Høllini á Hálsi.
Bólkurin hevur leingi arbeitt við EP?ini, og sjálvt um tað hevur verið strævið við tí fíggjarliga partinum, so hevur bólkurin kortini megnað, at fingið EP?ina útgivna. EP?in berir heitið, ?Solitude?, sum eisini er eitt av løgunum á fløguni.
Bólkurin er nøgdur við úrslitið av EP?ini, sum er tikin uppá í Kris-stuff studio hjá Kristoffer Mørkøre, og ljóðblandað av kenda danska metal-miksaranum, Jacob Hansen, og hann segði soleiðis um Oniontree á heimasíðuna hjá sær, www.jacobhansen.com: ?Oniontree ? Føroyingar megna altíð at taka meg av bóli. Hesin bólkurin er púra ókendur, men megnaði kortini at bergtaka meg. Tónleikurin er ikki heavy metal, men meira rokk/popp kendur. Eg havi ljóðblandað fýra løg, sum eg vil viðmæla øllum at lurta eftir.?
Oniontree fer í nærmastu framtíð at spæla fleiri konsertir, og er bólkurin eisini í fer við at tilrættisleggja ein ?Føroyar Release Tour?.
Tað ber til at fáa eina smakkiroynd av EP?ini á myspace-síðuni, www.myspace.com/oniontree, har løgini ?The Machine? og ?Solitude? eru.
Sangurin, Solitude, er við í einari kapping, sum eitur, ?The best new song in the world?, og liggur til at koma víðari í kappingini. Til ber at atkvøða fyri sanginum á www.thebestnewsong.com.
Manningin í Oniontree er Sigmund Jørgensen, gittar og sang. Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittar og kór. Jan Mýrá, bass. Magnus Ovason, trummir.