EM UNDANKAPPING
Eitt av mest umrøddu úrslitunum í umfarinum, sum leygardagin var í EM undankappingini, var tað í Týsklandi. Fyri einum lítlum hálvum ári síðani var um reppið, at týskarar upplivdu tað, sum teir ongantíð hava roknað við at kunna gerast til meiri enn marrukendan dreym og ikki til veruleika. Ta ferðina sendi Hjalgrím Elttør í síðstu løtu í stólparótina aftanfyri Oliver Kahn. Harvið vann Týskland 2?1 og øll stigini ímóti Føroyum.
Leygardagin høvdu týsku favorittarnir vitjan av Litava. Enn eina ferð varð alt annað enn heimasigur roknað sum sensatión. Og so vildi tað ikki øðrvísi til, enn at Litava, sum í oktober vann 2?0 á heimavølli ímóti Føroyum, megnaði 1?1. Í 8. minutti legði Ramelov heimaliðið framum, og so tóktist spurningurin bara vera, hvussu stórur sigurin hjá favorittunum fór at verða. Men týskarar fingu ikki fleiri mál, og teir komu seg ikki yvir skelkin, tá ið Rasanauskas, sum umsetti úr ellivu metrum til 1?0 ímóti Føroyum, skoraði til 1?1. Týskland vann 7. september í fjør 2?0 í Litava. Týska pressan heldur lítið um avrikið hjá Rudi Völler og hansara monnum leygardagin, og tað verður stórt trýst á týska liðnum, tá ið tað fyrst í juni fer at spæla í Føroyum.
Í hinum dystinum í bólki fimm ella okkara bólki hevði Skotland heimavøll ímóti Íslandi. Skotar vunnu 12. oktober í fjør 2?0 í Reykjavík, og aftur hesa ferð fekk Skotland øll stigini ímóti Íslandi. Skotarnir vóru uppsettir, og tað mundi kennast serliga søtur biti hjá Berti Vogts, tá ið hann frætti, at landsmenninir hjá honum, týskararnir, bara høvdu megnað 1?1 ímóti Litava.
Íslendingar hava higartil bara fingið stig í 3?0 sigrinum á heimavølli ímóti Litava. Luturin hjá Íslandi tykist tískil skula vera at stríðast við føroyingar fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Skotland legði seg á odda í 11. minutti. Guðjónsson úr Chelsea javnaði við lobbara upp um málverjan, tá ið seinna umfarið var fýra minuttir gamalt, men tjúgu minuttir undan leikloki tryggjaðu skotar sær øll stigini.
Í morgin skulu skotar spæla í Litava. Úrslitið í tí dystinum fer at hava stóran týdning fyri, hvat av hesum báðum londunum skal stríðast við Týskland um fremsta plássið.
Allan var treiskur
Umframt Ísland spældu bara tvey Norðurlond leygardagin. Danir vóru ? og tað høvdu teir alla orsøk til ? sera fegnir um 5?2 stórsigurin á Rumenia í Bukarest. Allan Simonsen og Luksemborg høvdu møguleikan at hjálpa Danmark. Tað megnaðu teir ikki, men teir vóru treiskir í Bosnia. Seinna umfarið var tólv minuttir gamalt, tá ið Bosnia fekk hol á, og trettan minuttir undan leikloki øktu teir til 2?0. Í báðum førunum var talan um verjustøður hjá Luksemborg, sum Allan Simonsen, tá ið hann var venjari í Føroyum, aftur og aftur segði ikki máttu koma fyri í dystum á hægsta støði.
Í morgin fáa Luksemborg og Allan Simonsen nýggjan møguleika at hjálpa Danmark. Tá fáa teir vitjan av Noregi, sum hevði frí leygardagin. Danmark skal í Parkini spæla ímóti Bosnia. Undan leygardegnum segði danski venjarin, Morten Olsen, at teir miðjaðu eftir seks stigum í hesum báðum dystunum, men at teir fóru at verða nøgdir, um teir fingu fýra. Nú verða danir vónbrotnir um teir ikki fáa øll seks stigini.
Stór uppliving í Vaduz
Eingin ivi er í, at landsliðsspælararnir hjá Liktinstein leygardagin vóru partur av størstu royndini, sum teir nakrantíð fara at fáa á heimavøllinum í Vaduz. Liktinstein hevði vitjan av Onglandi, og úrslitið var ikki verri enn ilt hjá Liktinstein. Ongland megnaði á ongan hátt at niðurspæla heimaliðið. Onglandi vann 2?0. Michel Owen stútaði til 1?0 í 28. minutti, og David Beckham sendi fríspark beinleiðis í netið í 53. minutti. Eingilski liðformaðurin tóktist hjartans fegin og lættur um, at munurin øktist til 2?0, og at møguleikin fyri einum at kendu eingilsku kiksarunum harvið so at siga var burtur.
Føroyingar hava tríggjar ferðir spælt landsdyst ímóti Liktinstein, og føroyingar hava vunnið hvørja ferð. Í 2000 var úrtslitið 1?0 á vøllinum, sum Ongland leygardagin vann 2?0 á, og í fjør var úrslitið á Kypros 1?0 og í Gundadali 3?1.
Malta stórtap
Tvær av tjóðunum, sum Føroyar áður hava sammett seg við í landsliðsfótbólti, hittust á Kypros, harÍsrael megnaði 1?1 ímóti heimaliðnum.
Føroyar hava tvær ferðir vunnið 2?1 ímóti Malta. Leygardagin var mótstøðan hjá Malta ógvuslig í Fraklandi, har heimaliðið vann 6?0. Malta helt tørn inntil í 37. minutti, men so gekk skjótt. Í fyrsta minutti hevði Malta møguleika, sum bar við sær, at franski Manchester United málverjin, Baltez, sá gula kortið. Zidane og Henry skoraðu tvær ferðir í part fyri Frakland, og Wiltord og Trezeguet fingu eitt í part. Tað var ikki eiti á spælarum, sum Malta stríddist ímóti.
Tað, sum Malta ikki megnaði, tað megnaði ein onnur av europeisku pinkutjóðunum. Kanska verður Albania ikki roknað millum tey allar minstu longur, men tað kom kortini sera óvart á, tá ið Albania leygardagin á heimavølli vann 3?1 á Russlandi.
Finnland tapti 2?0 í Italia, og Wales vann 4?0 á heimavølli ímóti Aserbadjan. Ryan Giggs skoraði fjórða málið, og nú eru vánirnar ikki so vánaligar fyri, at Manchester United stjørnan endiliga fer at sleppa upp í part í einum EM endaspæli. Giggs og Wales hava annars ongantíð luttikið í EM og HM endaspølum.