Ongland og Russland kunnu verða ripaðu úr EM, um teirra viðhaldsfólk halda á at gera um seg, sum tey hava gjørt í Marseille seinastu dagarnar, sigur UEFA í dag.
Í fleiri dagar hava samanbrestir verið millum russisk og ensk viðhaldsfólk í havnabýnum Marseille undan dystinum millum londini bæði, og eisini eftir dystin gjørdist áfast, tá russisk viðhaldsfólk brutu seg inn á økið á stadion, har ensku viðhaldsfólkini sótu.
Seks enskir fjepparar eru enn á sjúkrahúsi.
Í dag hevur evropiska fótbóltssamgongan, UEFA, so sent londunum báðum eina ávaring um, at um viðhaldsfólkini halda á við at týggja sær soleiðis, verða londini bæði tveitt úr kappingini.
- Aðalnevndin í UEFA vamlast við teir harðligu samanbrestir, sum hendu í Marseille. Slíkur ótolandi atburður hjá sonevndu viðhaldsfólkunum hjá Onglandi og Russlandi, hoyrir ikki heima í fótbólti, ein ítrótt, sum vit mugu varða um og verja, sigur UEFA.
- Aðalnevndin í UEFA hevur ávarað bæði fótbóltssambondini at - uttan mun til hvørja niðurstøðu óhefta nevndin, sum kannar tað, ið fór fram á stadion, kemur til - aðalnevndin fer ikki at aftra seg við at áleggja aðra revsing á hvørki russiska ella enska fótbóltssambandið, harímillum møguliga at strika teirra luttøku í EM-kappingini, um slíkur harðskapur skuldi endurtikið seg.
Franskir myndugleikar óttast, at ensk og russisk viðhaldsfólk fara at bresta saman aftur seinni í vikuni. Mikudagin spælir Russland móti Slovakia í Lille og hósdagin spælir Ongland móti Wales í grannabýnum Lens. Nógv ensk viðhaldsfólk búgva í Lille, sum er tann størri av býunum báðum.










