Ongland: Carroll inn fyri Oxlade-Chamberlain

Tað er líkt til, at tað verður ein broyting á enska landsliðnum í kvøld í mun til tað liðið, sum spældi javnleik móti Fraklandi í fyrsta dystinum í bólkinum. Millum annað BBC sigur, at Andy Carroll kemur inn í staðin fyri Alex Oxlade-Chamberlain.

 

Ongland skal í dag spæla móti Svøríki í seinasta dystinum í øðrum umfari í bólkaspælinum. Vónirnar til Ongland hava verið lítlar til hetta EM endaspælið, men javnleikurin móti Fraklandi hevur birt eina vón um at liðið kann koma víðari.

 

BBC skrivar í dag, at Roy Hodgson fer at gera eina broyting til dystin í kvøld. Inn kemur Liverpool framherjin, Andy Carroll, meðan ungi Arsenal vongurin, Alex Oxlade-Chamberlain, má víkja. Avtíð sama verður Ashley Young fluttur frá framrættaða miðvøllinum og út á vinstra vong.

 

Ein av orsøkunum til broytingina skal vera, at seks av teimum seinastu sjey málunum, sum eru farin ígjøgnum hjá Svøríki hava verið skorað við høvdinum. Andy Carroll er sera sterkur í høvdinum og sambært Opta, so vann Liverpool áleyparin samanlagt flest luftdystir í Premier League í fjør.

 

Mett verður eisini, at Svøríki fer at gera tríggjar broytingar til hendan dystin. Millum annað koma Johan Elmander og Jonas Olsson inn á liðið.

 

Bólkur D:

 

Ukraina – Frakland 17:00

Svøríki – Ongland 19:45