Ongir pengar til ellisheim í Norðurstreymoy

Vóru pengar settir av, kundi arbeiðið at byggja ellisheimið byrjað komandi ár, men tað verður ikki

Tað verður ikki farið undir at byggja ellisheim í Norðurstreymoy komandi ár, sum ætlað.

Formaðurin í bygginevndini, Jógvan Mørkøre í Hósvík, sigur, at ongir pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri komandi ár til endamálið.

Tá ið bygginevndin fór til verka, vónaði hann annars, at húsið skuldi næstan standa liðugt í 2000, men í øllum tíðliga í 2001.

Men tað verður so ikki og nú vónar hann, at pengar verða settir av til endamálið á fíggjarlógini fyri 2001.

Hann sigur annars, at arbeiðið gongur sum ætlað.

Tí hóast løgtingið onki hevur sett av komandi ár, hava kommunurnar í felagskommununi sett pengar av, so at arbeiðast kann víðari við ætlanini.

500.000 krónur eru settar av og fyri tað ætlar bygginevndin at gera grundstykkið byggibúgvið og at projektera ellisheimið.

? Vónandi kunnu vit so fara undir sjálva byggingina í 2001, sigur Jógvan Mørkøre.

Frammaundan er ellisheim í hvørjari sýslu í Føroyum.

Ætlanin er, at tað nýggja ellisheimið verður bygt í Hvalvík, har kommunan hevur boðið bygginevndini eitt grundstykki, og tað hevur nevndin tikið av.

Fyribils er talan um at gera eitt ellisheim til eini 20-25 fólk.

Jógvan Mørkøre sigur, at eftir, hvat skilst er tað heldur ikki endaliga avgreitt, hvussu útreiðslur til bygging og rakstur av ellis- og røktarheimum.

Tað er so langt síðani, at slík heim eru bygd í Føroyum, at teir fíggingarmátarnir, sum vórðu brúktir tá, eru óhóskandi nú ætlanin er aftur at fara undir at byggja ellisheim.

Harafturat verður arbeitt við at landið skal átaka sær allan raksturin av eldraøkinum, samstundis sum barnaansingin verður løgd til kommunurnar at umsita. Alt hetta tekur tíð at fáa avgreitt og tí er tað ikki gjørt av enn, hvussu útreiðslurnar til bygging og rakstur skulu býtast sundur.

Í felags kommununi, sum er saman um tiltakið, eru Hósvíkar Kommuna, Hvalvíkar Kommuna, sum eisini umfatar Streymnes og Nesvík, Sunda Kommuna, sum er Oyri, Oyrabakki og Norðskáli, Haldarsvíkar Kommuna, sum eisini umfatar Tjørnuvík og Langasand og at enda Gjáar Kommuna. Í øllum tí stóra økinum har um leiðir er tað sostatt bara Eiðis Kommuna, sum eisini umfatar Ljósá og Svínáir, sum ikki er í felags kommununi.