Ongin Viðareiðistunnil frá landsstýrinum

Sum støðan er í løtuni, fer landsstýrið ikki at seta arbeiðið í verk at gera tunnil til Viðareiðis. Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tinginum í dag.

Tingið hevur brúkt ein stóran part av degnum í dag at tosa um tunlar og pengar, serliga um tunlar og pengar, sum ikki eru til.

Summir tinlimir halda, at Løgtingið eigur at seta hol á arbeiðið at gera tunnil til Viðareiðis.

Men løgmaður vísti á, at tað var eitt kalla eitt samt Løgting, sum atkvøddi fyri fíggjarligu karmunum fyri næsta ár.

Og á íløguætlanini til 2016 eru bara 70 milliónir settar av til vegasamband til Viðareiðis.

- Hetta er tað, sum er sett av. So kunnu tit spæla vældyst, ella hvat tit vilja, men tit fáa ikki meiri pening, staðfesti hann.

Hann staðfestir eisini, at tað verður ikki landsstýrið, sum fer at leggja uppskot fram um at játta meiri pening til endamálið.

Hann sigur, at næsta stigið verður at Landsverk kannar eftir um tað ber til at gera eina trygga loysn fyri 70 milliónir.

Ber tað ikki til, er ein onnur støða og so má ein onnur raðfesting til, sigur løgmaður.

Men hansara støða er, at fæst ein trygg loysn fyri 70 milliónir, er tað tann rætta loysnin, sum tíðirnar eru, heldur enn ein tunnil, sum er nógv dýrari.