Ongin undirsjóvartunnil í Sandoynna enn á sinni

- Sum eg tulki støðuna í samgonguni, verður ongin Sandoyartunnilin gjørdur tey næstu nógvu árini, sigur løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen, sum altso sjálvur er í samgonguni

- Tað verður ongin undirsjóvartunnil gjørdur í Sandoynna tey fyrstu árini.

Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og altso sjálvur limur í samgonguni.

Sandoyartunnilin hevur verið eitt av heitastu politisku eplunum í Føroyum hesi seinastu árini.

Men hóast tað er skjótt at fáa tað fatan, at politikarar eru heldur lunkaðir í málinum, eru tað teir allarflestu, ið mala sum ketta um heitan greyt og ikki vilja siga sína hjartans meining um tunnilin.

Men tað hevur Helgi Abrahamsen onki ímóti.


Ongin trýr upp á tunnilin

Hann sigur, at soleiðis sum hann tulkar støðuna í samgonguna, er tað næstan ongin, sum er sinnaður at fara undir tunnilin við bræði.

- Tað er rætt og slætt ongin, sum trýr upp á tunnilin, leggur hann afturat.

Annars er tað samtykt í Løgtinginum, at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja í 2011.

- Eg skilji ikki hvi handan samtyktin er gjørd, tí ongin trýr upp á tað, staðfestir Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at stóri trupulleikin er, at fólakgrundarlagið í Sandoynni er alt ov lítið til eina so stóra íløgu.

- Tað verður ov dýrt upp á hvørt fólki, sigur hann.

Men nú hevur ætlanin verið at sandoyartunnilin skal vera fyrsti partur í eini suðuroyarleið, har ein undirsjóvartunnil seinni skal borast úr Sandoy til Suðuroyar?

Tað er rætt, at tá verða tað fleiri fólk at býta íløguna ímillum sín. Men tá verður íløgan eisini fleri ferðir størri, so munurin verður ikki stórur.


Skeivt at gera tunnil

Sum heild heldur Helgi Abrahamsen annars heilt ímóti, at gera undirsjóvartunnil í Sandoynna yvirhøvur.

- Eg haldi ikki, at tað er rætt at brúka so nógvar pengar til ein undirsjóvartunnil til so fá fólk sum að eru í Sandoynni.

Hann leggur afturat, at kemur uppskot á Løgtingið um at fara undir Sandoyartunnil í 2011, fer hann ikki at atkvøða fyri tí, soleiðis sum støðan í samfelagnum sær út.

- Og tað er ikki nógv, sum bendir á, at støðan fer at broytast so kollveltandi til 2011, at tað verður ráðiligt at fara undir eina so stóra íløgu, leggur sambandstingmaðurin afturat.

Les eisini greinina: Tunnilsnevndin veljast í næstum og greinina: Sandoyartunnilin skal nú til nýggja viðgerð í samgonguni.