Ongin úttikin fyri Bárð enn

Tað liggur ikki fyri hjá Fróða Benjaminsen at vera í Spania. Í hansara stað er Hans Fróði Hansen úttikin

Eftir beinbrotið hjá Bárði Mortansson, skal nýggjur maður finnast í hansara stað á landsliðnum. Landsliðið fer til Spania fríggjadagin, og væntandi verður nýggjur leikari funnin seinni í dag.

Hans Fróði við
B68-miðvallarin, Fróði Benjaminsen boðaði týsdagin frá, at hann ikki verður við á venjingarleguni kortini. Fróði er bundin av skúlanum, og tað liggur ikki fyri at vera burtur hesaferð.

Í hansara stað er B68-verjuleikarin, Hans Fróði Hansen, úttikin Hans Fróði kundi upprunaliga ikki fara á venjingarleguna vegna arbeiðið, men nú liggur so fyri kortini.