Alzheimer´s Disease International (ADI) hevur valt at halda hendan dagin til heiðurs fyri dr. Alois Alzheimer (14.06. 1864 - 19.12. 1915), sum í 1906 lýsti heilasjúkuna, ið seinni varð kallað upp eftir honum. Men dagurin er eisini ein átroðkandi áminning til okkum øll um, at talið av fólki við demens økist ógvisligt kring allan heimin, og mett verður, at 18 milliónir fólk nú líða av demenssjúku, og ADI vil gera vart við, at tað hevur skund at fara til verka, og heitir tí á fólk við demens og teirra familjur, fólk innan heilsuverkini, Alzheimerfeløgini og tey stýrandi í samfeløgunum at smoyggja upp ermar.
Alzheimerfelagið í Føroyum hevur síðani seinasta Alzheimerdag rokkið stórum málum í arbeiði okkara at royna at bøta um korini hjá teimum dementu og teirra avvarðandi.
Onkur lærdi okkurt av leikinum "Svíkja vit Hannis"? sum vit skipaðu fyri.
Vit hava staðið fyri útbúgvingini av 18 de-menssamskiparum - ein serútbúgving í, hvussu ein eigur at fara um tey minnisveiku og teirra avvarðandi, bæði hvat røkt, ráðgeving og stuðli viðvíkir.
Og nú fara vit í gongd við eini royndarverkætlan: Ein miðstøð fyri minnisveik, har upp til átta mobil fólk við demens fara at halda til um dagin. Og í sama húsi verður ein miðstøð fyri ráðgeving um demens fyri fólk, ið hava brúk fyri tí. Royndirnar frá hesari verkætlanini skulu leggjast fram á Norðurlendskari ráðstevnu, ið verður í Føroyum í 2006, har Alzheimerfelagið er vertur.
Frá Australia til Alaska - kring allan heimin - fara túsundtals fólk at gera vart við seg hendan dagin fyri at vekja ans fyri teimum minnisveiku og teirra viðurskiftum og royna at fáa meira ferð á gransking, viðgerð og serkunn-leika á øllum økjum, sum snúgva seg um hendan partin av heimsins íbúgvarum, fyri at steðga økingini av fólki við demens, tí sum gongdin er, verður talið um 25 ár dupult av tí, tað nú er.
Tað er ongin tíð at missa.









