Ongin suðuroyarsigling í kvøld

Aftur í dag ger veðrið fortreð fyri samferðsluna Veðrið hevur verið avbera vánaligt seinastu tíðina og hetta hevur órógvað samferðsluna ferð eftir ferð.

Og tað ger tað aftur í dag.

St. Ola, sum avloysir Smyril, nú hann er farin á beding, siglir ikki meiri í dag. Sostatt varð fráferðin úr Suðuroy klokkan 17 í dag av ongum og ferðin úr Havn til Suðuroyar klokkan 20 í kvøld er somuleiðis avlýst.

Í morgin verður siglt eftir serligu ferðaætlanini hjá St. Ola.

Tað merkir, at hann siglir norður klokkan 7 í morgin árini, suðuraftur klokkan 10, norður aftur klokkan 17 og at enda suður aftur klokkan 20.