Fleiri samdir um, at í næsta valskeiðið verður ongin vanligur skattalætti Tað verður ikki rúm fyri fleiri vanligum skattalættum næsta valskeið.
Tað staðfesta fleiri flokkar á almenna valfundinum í Sjónleikarahúsinum í kvøld.
Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum sigur, at Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki, at vit skulu lækka vanliga skattin. Kortini er flokkurin sinnaður at strika kringvarpsgjaldið og sjúkrakassan og fíggja tær báðar tænasturnar yvir skattin, tí tað heldur hann ber væl til, vissi tann studningur, sum landið letur ymsum vinnum, verður strikað.
Javnaðarflokkurin er samdur um at strika sjúkrakassan og eisini Sambandsflokkurin raðfestir vælferðartænastur framum skattalættar og tað ger Tjóðveldi eisini.
Hinvegin ivast fólkaflokkurin, tí teir halda fast um, at ein ávísur skattalætti førir til øktar inntøkur