Ongin sjúklingur skal stúra

Tað einasta, Hans Pauli Strøm vil siga, er, at ongin sjúklingur skal bera ótta fyri sínari framtíð

Landssjúkrahúsið noyðist at spara heilar 30 milliónir krónur restina av árinum fyri at fáa játtanina at halda.

Í hesum sambandið hevur Landssjúkrahúsið skotið upp, at tað fær eina eykajáttan upp á 15 milliónir, men at sparingar skulu finnast fyri hinar 15 milliónirnar.

Í hesum sambandi hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum skotið upp, at allar skurðviðgerðir verða avlýstar restina av árinum, uttan tær, sum eru bráðaneyðugar.

Harafturat verður mælt til, at 10 milliónir verða spardar í útreiðslunum til heilivág.

Tað merkir, at Landssjúkrahúsið ikki fer at geva nógvum sjúklingum tann heilivág, teir hava brúk fyri.

Talan er fyri tað mesta um tann sera dýra, men góða lívfrøðiliga heilivágin, sum sjúklingar við herviligari gikt, sclerosu, krabbameini og øðrum álvarsomum sjúkum, fáa og sum tey hava ómetaliga stórt gagn av.

Landssjúkrahúsið hevur í hesum sambandið luftað tankan um, at útreiðslurnar til heilivág verða lagdar í eina serstaka játtan uttan fyri heilsuverkið, so at tær ógvuliga skjótt veksandi útreiðslurnar til heilivág, ikki nerva raksturin á sjúkrahúsinum.

Men tað merkir so aftur, at skulu hesir sjúklingarnir ikki missa heilivágin, noyðist samgongan at samtykkja eina eykajáttan upp á 10 milliónir afturat til heilivág, umframt tær 15, sum Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri.

Nú skal so landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum taka støðu til spariætlanina og hann fer at koma við eini niðurstøðu mánadagin.

Og fyrrenn tá, hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar til sparitiltøkini hjá landssjúkrahúsinum, ttí nú skal tað viðgerðast væl og virðiliga í almanna-og heilsumálaráðnum og fyrrenn mánadagin fær hann onki sagt.

- Men ongin sjúklingur skal stúra fyri síni framtíð, tað kann eg í hvussu so er, róliga siga, staðfestir landsstýrismaðurin, uttan at hann tó vil útgreina hetta nærri.

Vit hava meiri frá Hans Paula Strøm í blaðnum í morgin. 

Les eisini greinina: Bangin fyri at fáa rullistól í brúðargávu frá samgonguni.