Tey, sum hava mánaðarkort til at sigla um Skopunarfjørð við Teistanum, verða ikki verri fyri nú, enn tey hava verið. Tað staðfestur Dánial Pauli Davidsen Samferðslu- og marknaðarleiðari á Strandferðsluni.
Síðani síðst í oktobur í fjør, hevur tað borið til, at bílagt sær pláss til bilin av Gomlurætt. Men nú verður skipanin broytt, so at nú ber til at stovna sær ein vanga á bíleggingarskipanini, og seta pening inn á skipanina og gjalda fyri túrarnar av hesi upphæddini við einum avsláttri upp á 15 prosent.
Ein onnur broyting er, at nú ber eisini til at keypa ferðaseðil til ferðafólk í bilinum á vanganum og eisini tey fáa 15 prosent í avsláttri.
Men tá ið sandoyingar føra fram, at tað nú fer at verða nógv dýrari at ferðast við mánaðarkortið, er talan um eina misskiljing, sigur Dánial Pauli Davidsen.
Les eisini: Yvir 1000 krónur dýrari at ferðast til Havnar
Hann sigur, at tey, sum hava havt mánaðarkort, hava ongantíð kunna brúkt bíleggingarskipanina og tað er hent mangan, at tey ikki eru sloppin við tann túrin tey hava ætlað sær.
Og nú bíleggingarskipanin verður broytt, verður ongin broyting yvirhøvur hjá teimum, sum hava mánaðarkort. Tey kunnu framvegis ikki brúka bíleggingarskipanina, vilja tey ferðast fyri tann bíliga ferðaseðilin, sigur hann.
Hann sigur, at samanumtikið verður tað ongin, sum skal rinda meiri fyri at ferðast nú, men tað verða nógv, sum fara at ferðast bíligari.