– Tað er vinnan, sum skal dríva verkið, tí so fáa øll meira burtur úr – eisini almenni sektorurin í Havn.
Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, við Sosialin í dag.
– Vinnan økir um búskapin, so vit øll fáa tað betri í Føroyum. Loysnin er ikki at taka pengar frá einum virknum vinnuparti og koyra pengarnar inn í eina minni virknan almennan kassa, og tað er fupp at siga, at um ein reiðari forvinnur minni pengar, so fáa vit øll meira, sigur hann.
Jacob Vestergaard vísir á, at tað gongur upp og niður í vinnuni.
- Leggur tú upp til eina skipan, har stórur partur av vinninginum skal í landskassan, fer tað at skerja munandi um møguleikarnar hjá vinnuni at arbeiða. Føroysk vinna hevur í alt ov stóran mun liva frá hondini í munnin, og vinnan hevur ikki havt rásarúm til planlegging og íløgur. Nú er støðan øðrvísi í fleiri pørtum av vinnuni, og tað ger, at vinnan kann vera í fremstu røð við skipum, framkomnum virkjum, nýggjari tøkni og kann tillaga seg eftir marknaðinum, sigur hann.
Les longri samrøðu við Jacob Vestergaard í Sosialinum í dag.









