Kunningardiskurin á ferjuleguni á Krambatanga í Suðuroy letur nú aftur
Kunningardiskurin til ferðafólk, sum hevur verið í farstøðini í ferjuleguna í Krambatanga, verður nú latin aftur.
Tað er greitt eftir býráðsfund á Tvøroyri fyrr í vikuni.
Tað eru nú nógv ár síðani, at ein lítil kunningarstova varð gjørd á ferjuleguni hjá Smyrli í Suðuroy.
Tað byrjaði við eini lítlari bingju á bryggjuni á Drelnesi, men tá ið nýggja samferðsluhavnin varð bygt á Krambatanga, var eisini farstøð bygt og har varð eisini gjørt pláss til eina kunningarstovu.
Kunningarstovan hevur verið opin tá ið Smyril er komin og farin og har hevur borið til hjá ferðafólki at venda sær við spurningum.
Strandferðslan hevur higartil goldið helvtina av tí, sum tað hevur kostað og ætlanin var so, at allar kommunurnar í Suðuroy skuldu rinda hina helvtina. Men tað var bara Tvøroyrar Kommuna, sum vildi betala og sostatt hava Strandferðslan og Tvøroyrar Kommuna hingið upp á hvør sína helvt av lønini hjá teimum, sum hava mannað kunningardiskin.
Men nú hevur Strandferðslan boðað frá, at hon er ikki sinnað at halda fram við hesi skipan og at hon heldur uppat at betala frá á nýggjárinum.
Og á fundi á Tvøroyri fyrr í vikuni, samtykti býráðið einmælt eisini at halda uppat at betala.
Býráðslimir halda tað er skeivt, at Tvøroyrar Kommuna, sum tann einasta í Suðuroy, skal betala til kunningarstovuna og at betala alt einsamallir, vildi býráðslimir slett ikki hoyra talan um.
Kommunurnar í Suðuroy hava sett ferðavinnusamskipara og býráðslimir á Tvøroyri halda, at nú má tað standa til samskiparin at leggja kunningarvirksemi av hesum slagnum til rættis.