- Tað kennist fantastiskt at verða komin víðari í kappingini, men nú er næsta framførsla longu á skránni, sigur Anna Nygaard úr Keypmannahavn.
Fríggjakvøldið var hon ein av teimum átta, sum sluppu víðari í X Factor.
Anna, í reyðum kjóla, kendi seg avbera væl á pallinum, og sást tað eisini aftur í framførsluni.
- Vit eru eitt stórt toymi, ið samstarva um, hvat vit skulu vera í og síggja út. Eg havi sjálvandi síðsta orðið, greiður Anna frá.
Nógvan stuðul
Anna fær nógvan stuðul, bæði frá dønum og føroyingum. Nógv skriva inn á hennara heimasíðu, og Anna er kedd um, at hon ikki nær at svara øllum.
- Tað vermur virkuliga at lesa, hvat fólk skriva. Serliga tá føroyingar skriva, kennist tað sum mín egna familja, sigur Anna.
Hon gleðir seg til framførsluna fríggjakvøldið.
- Nú veit eg betri, hvussu eg skal gera á pallinum, og tí kann eg betri konsentrera meg um sangin, sigur hon.