ÍF bjargaði sær eitt stig fýra minuttir fyri tíð, tá ÍF og Víkingur spældu 2-2 í seinasta dystinum í 17. umfari í Effo-deildini í Fuglafirði í kvøld. Víkingur fekk Atla Gregersen útvístan í fyrra hálvleiki, men tað er ongin fyrimunur sigur venjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen.
Hoyr samrøðuna við Albert Ellefsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Statistiskt sæð, so er tað ongin fyrimunur at spæla móti tíggju. Víkingur er eitt gott lið og teir arbeiða hart. Teir hava upparbeitt sær nógva orku í juli mánaði og tað sæst í dag, sigur Albert Ellefsen.
Les eisini: Sigfríður argur um reyða kortið
Venajrin hjá ÍF ætlaði sær annað plássið undan kappingarárinum, men hevur nú sett eyguni á fjórða plássið, sum helst kemur at geva Europa League til komandi ár.










