- Spurningurin um at veita samkyndum somu borgarligu rættindi sum øll onnur hava, verður ikki niðurlagdur, fyrrenn málið er samtykt.
Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, púra sannførdur um.
Hann ivast onga løtu í, at verður uppskotið felt nú, fer at at verða reist aftur á Løgtingið um eitt ár, ella so, og soleiðis fer tað at verða reist aftur og aftur, til tað enda verður samykt.
Tað eru aðrir politikarar samdir í. Magni Laksafoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, dróg samanberingar ímillum hetta málið, og spurningin um loysing og samband.
Hann vísir á, at spurningurin um loysing frá Danmark, varð reistur á Løgtingið fyri yvir 70 árum síðani, og hann er ikki avgreiddur enn. Men hann er framvegis uppi í føroyskum politikki, hvønn tann einasta dag.
Aðrir politikarar eru eisini sannførdur um, at verður málið samtykt hesa ferð, verður tað ikki jarðað fyri tað.
- So fer bara ein tíð at ganga, so fer LGBT at koma við øðrum krøvum, um rættindini at ættleiða børn, um at kunna giftast í kirkju, o.s.fr., eru tað aðrir politikarar, sum halda.









