Ongin føroyingur við

Nøvini á teimum 12 høvundunum, sum eru í uppskoti til at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2006 eru nú almannakunngjørd. Ongin føroyingur er ímillum uppskotini


Hóast freistin at stilla verk inn til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins ikki var úti fyrr enn 1. desember, valdi nevndin, ið velur út, ikki at innstilla nakra av bókunum, sum eru komnar higartil í ár. Hartil hevur føroyska nevndin møguleika at taka verk við, sum eru útkomin innan seinastu fýra árini, men heldur ikki millum hesi hevur nevndin funnið nakra bók, sum hon metir verða eitt hóskandi boð  um vit síggja burtur frá yrkingasavninum Eygnamørk hjá Tóroddi Poulsen, sum varð innstillað til virðislønina síðsta ár. Í viðmerking til Útvarp Føroya leygardagin staðfesti Turið Sigurðardóttir, limur í úrvalsnevndini, bert, at tað var ein avgerð hjá nevndini ikki at innstilla nakað føroyskt verk í ár.
12 verk
Bæði Grønland og Sámaland hava í ár innstillað hvør sín høvund til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, meðan hini londini, Danmark, Noreg, Finland, Ísland og Svøríki øll hava tvey uppskot hvør.
Uppskotini eru:
Ísland: Auður Jónsdóttir, Fólkið í kjallaranum / Kristin M. Baldursdóttir, Karitas án titils
Danmark: Claus Beck Nielsen, Selvmordsaktionen / Thomas Boberg, Livsstil
Noreg: Edvard Hoen, Mors og fars historie / Øivind Hånes, Pirolene i Benidorm
Svøríki: Lotta Lotass, Skymning / Göran Sonnevi, Oceanen
Finland: Asko Sahlberg, Tammilehto / Fredrik Lang, Mit liv som Pythagoras
Sámaland: Jovnna A Vest, Arbbolaccat
Grønland: Julie E Hardenberg, Den stille mangfoldighed.
Vinnarin av Norðurlanda Bókmentavirðislønini verður kunngjørdur í Oslo 24. februar. Virðislønin á 350.000 kr verður handað Í Keypmannahavn síðst í oktober næsta ár.