Ongin eldsbruni

Fríggjakvøldið um hálvgum sjeytíðina fekk Alarmsentralurin eina fráboðan um møguligan eldsbruna í AB húsinum. Sløkkiliðið og løgreglan fóru á staðið, men har var ongin roykur ella eldur at síggja, so talan var helst um eina falska fráboðan.
Hetta var ikki einastu ferð, at løgreglan fór út til so at siga onga nyttu hetta vikuskiftið.
Leygarnáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður lá bløðandi í Klubbagarðinum, men tá hon kom á staðið var ongin at síggja nakrastaðni. Eina lítla løtu seinni kom enn ein fráboðan um, at ein maður var frá sær sjálvum í Klubbagarðinum, men aftur ta ferðina var onki at síggja, tá løgreglan kom á staðið.
Um tíggjutíðina fríggjakvøldið kom eisini ein fráboðan um, at ein neyðrakett varð sædd yvir Runavík. Løgreglan beindi fráboðanina víðari til MRCC, men har hendi onki víðari.
? Hatta mundi helst vera onkur, sum átti onkra neyðrakett eftir frá nýggjárinum, sigur vakthavandi.