Ongin dystur ólavsøkudag

Hvørki HB ella AB flyta sínar dystir. HB royndi, men NSÍ sigur nei

Fyri fyrstu ferð í nógv ár, verður ongin føroyskur fótbóltur ólavsøkudag. Tað hendir, tí B36 hevur flutt sín dyst móti 07 Vestur, orsaka av Europa League dystunum móti turkiska Besiktas.

 

Úr HB ljóðar, at felagið royndi at flyta sín dyst móti NSÍ, sum er ásettur til ólavsøkuaftan – 28. juli – tí tað verður mett, at tað er betri dagurin til fótbólt og gevur fleiri áskoðarar. Nakað sum dysturin í fjør millum HB og KÍ tóktist vísa.

 

NSÍ skal sum partur í málinum góðtaka, um ein dystur verður fluttur til nýggja leikdag. Heimaliðið hevur rætt at flyta tíðspunktið, men ikki dato. NSÍ hevur noktað umbønini hjá HB.

 

Síðani B36 avlýsti sín dyst, hevur eisini ljóðað at AB hevur umhugsað at flutt sín dyst móti Suðringum, sum er ásettur til 27. juli, til ólavsøkudag. Tað verður heldur ikki av nøkrum fyribils, men tað ljóðar at dysturin skal spæla longu klokkan 16, tí Smyril siglur suður klokkan 18.30.

 

16. umfar í Betri-deildini:

27/6:

Víkingur – EB/Streymur 3-1

 

27/7:

KÍ – Skála

AB – Suðringar

 

28/7:

HB – NSÍ

 

Útsettur:

B36 – 07 Vestur