Ongin ætlan um bíligari íbúðir til fátøk

Lítið kom burtur úr umrøðuni á løgtingi í morgun um at útvega fólki við lágum inntøkum, bíligari bústaðir

 

Tað eru ongi útlit eru fyri fólk við lágum inntøkum fara at fáa bíligari íbúðir, enn tær, sum nú eru til taks.

Tað varð staðfesti í løgtinginum í morgun.

 

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt Jørgen Niclasen um nøkur ætlan er um at útvega fólki við lágum inntøkum, bíligari íbúðir.

 

Men tað upplýsti landsstýrismaðurin einki um. Tvørturímóti segði hann, at tað er ikki rætt, tá ið sagt verður, at at tað almenna ikki stuðlar bústaðarbygging í Føroyum.

 

Bústaðir er farið undir at byggja leiguíbúðir, men tað verður ikki goldið mvg av teimum. Tað er ein almennur stuðul á 20 prosent av hvørjari íbúð, staðfesti Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir eisini á, at í nógum førum hava kommunur útvega Bústøðum grundstykki fyri lítið og lætt, ella fyri einki og eisini tað er ein stórur almennur stuðul.

Og harumframt er innskotið hjá Bústøðum 30 prosent, sum ikki verður forrentað. Hinvegin er rentan á restini 2,5 prosent, sum er lægri renta enn øll onnur fáa.

 

- So tað er skeivt at siga, at tað almenna ikki stuðla bústaðarbygging. Vit mugu ansa eftir at vit ikki gera tað til eina almenna uppgávu at tryggja øllum bústað, helst fyri einki, tí so verða tað hini, sum skulu rinda.

 

Fleiri politikarar, eisini í samgongu, halda, at spuringurin er, um tað ikki er rætt at tað almenna letur onkran bústaðarstuðul, so at eisini tey, sum hava lágar inntøkur, kunnu fáa tak yvir høvdið. Eitt sjónarmið er eisini, at  tey, sum leiga, skulu eisini kunna fáa rentustuðul, akkurát sum tey, ið eiga hús.

 

Onnur halda, at tað er skeivt, at Bústaðir ikki tekur tey, sum hava tørv á bíligum íbúðum, framum, heldur enn at byggja tað, summi løgtingsfólk, kalla luksusíbúðir, til fólk, sum hava ráð at byggja sjálvi. Tey halda ikki, at tað var fremsta uppgávan hjá Bústøðum.