Tað eru ongar ætlanir at strika bummgjøldini í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Partakvinna hansara, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur spurt hann, nær ætlanin er at avtaka bummgjøldini.
Uni Rasmussen vísir á, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum Jørgen Nielsen, legði ein samferðslupakka fyri Løgtingið, men hann syndraðist, tí tað vísti seg, at tað var ikki semja um hann. Ein partur av tí var at avtaka bummgjøldini, men hetta er ein spurningur, sum politisk semja skal fáast um. Uni Rasmussen sigur, at sum støðan er nú, er eingin beinleiðis ætlan um at avtaka bummgjøldini. Hann sigur, at inntøkurnar, sum tunlarnir hava, er trygdin fyri, at teir verða hildnir, og verður bummgjøldini avtikin, má Løgtingið játta neyðuga peningin á fíggjarlógina og tað má semja eisini fáast um, sigur hann.