Ongi rundstykkir í Tórsgøtu

Fríggjadagin stongdi Frants Restorff í Miðbýnum, og harvið eru ongi rundstykkir ella wienerbreyð at fáa í Tórsgøtu longur

Frants Restorff í Tórsgøtu er stongt og letur ikki upp aftur. Sostatt mugu tey, ið vanliga leitaðu sær til Frants í Tórsgøtu finna sær leiðir, tá tey vilja hava eitt rundstykki ella eitt wienerbreyð aftur við kaffinum.
1. juli lat Frants Restorff aftur sum bakarí. Handilin hevur tó verið opin og at kalla óbroyttur síðani, men baksturin tú fekk higani hevur verið frá Gunleivi.
Men nú er tann kapitullin eisini liðgur, tá hurðin varð stongd hjá Frants Restorff fríggjadagin.
Tað er P/f Vørður hjá Justinussen-monnunum, sum herfyri keypti Frants Restorff og teirra ætlanir eru at ríva niður gamla bygningin, og í staðin reisa ein bygning, ið er fimm hæddir høgur og hevur pláss fyri 31 íbúðum.
Men tað er ikki einans íbúðir, ið tað skal vera pláss fyri í bygninginum. Hann skal ætlandi eisini húsa tænastuvinnu og handilsvirksemi í niðastu hæddini.