Ongi rør ígjøgnum Norðoyatunnilin

Hitarør verða neyvan løgd ígjøgnum norðoyatunnilin so at avlopshitin av brennistøðini í Leirvík kunnu brúkast í Klaksvík.Tingmenn úr fleiri flokkum halda, at tað er rættast at brúka avlopshitan á staðnum

Fjarðhiti

Fjarðhitin frá brennistøðini í Lorvík skal brúkast í Lorvík.
Í hvussu so er, verður tað ikki við almennum pengum.
Tað má verða niðurstøðan eftir at løgtingið umrøddi spurningin á tingi í gjár.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, spurdi løgmann um ætlanina at leggja hitarør ígjøgnum Norðoyatunnilin og at brúka avlopshita í Klaksvík.
Løgmaður svaraði, at ein bólkur, sum hevði kannað málið, var komin eftir, at tað loysti seg ikki. Tó mælti bólkurin, at umhugsa at gera eina grøv ígjøgnum tunnilin, so at rør kundu leggjast seinni, skuldi tað verið.
Men tað er eisini ivingarsamt, um tað verður av nøkrum.
Fleiri politikarar úr ymsum flokkum vístu á, at tað var rættast at brúka fjarhitan frá brennistøðini til onkur endamál nærhendis brennistøðini sjálvari.
Ì hesum sambandi varð víst á, at Høvdavirkið brúkti avlopshita frá brennistøðini og ætlanir vóru um útbyggingar, so at tilsamans skuldi virki rundanum brennistøðina brúka eini 80% av hitanum frá brennistøðini.

Orkan skal brúkast á staðnum
Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum vísti á, at IRF og brennistøðin í Havn stóðu fyri stórum avbjóðingum við at reinsa roykin frá støðunum.
Samstundis eru brennistøðirnar við at eldast. Hann mælti heldur til at vit bygdu eina stóra brennistøð fyri alt landið í miðstaðarøkinum, tí ein stór støð gevur nógv meiri orku enn tvær smærri, og so varð avlopshitin brúktur til hús í Havn í sambandi við Fjarðhitafelagið, sum longu er í høvuðsstaðnum.
Eisini Jákup Mikkelsen úr fólkaflokkinum helt eisini, at tað átti at kannast um tað ikki var skilabetri at gera eina stóra brennistøð.
John Johannesen úr javnaðarflokkinum vísti á, at í hesum sambandi var ikki bara talan um orkupolitikk, men um yvirskipaðan umhvørvispolitikk, sum landið eigur at taka støðu til ístaðin fyri at tveita myndugleikin upp í hendurnar á kommunalum felagsskapum.
Og brennistøðirnar kunnu eisini brúkast til at at útvega hita, tær kunnu eisini brúkast til at framleiða elorku við. Tað snýr seg um at orða ein yvirskipaðan orku- og umhvørvispolitikk.
Bæði Jóannes Eidesgaard úr javnaðarflokkinum og Torbjørn Jacobsen tóku undir við at vit orðaðu ein yvirskipaðan orku- og umhvørvispolitikk.
Kjartan Joensen úr fólkaflokkinum upplýsti, at næstan helvtin av avlopshitanum frá brennistøðini verður brúktur. Tað er stórt byggilendi rundanum brennistøðina og verða fleiri virki bygt rundanum har, er øll orkan brúkt. Tí er tað at tveita pening burtur at leggja rør ella grava grøv ígjøgnum Norðoyatunnilin.
? Tað ber eisini til hjá klaksvíkingum at byggja virki í Leirvík.
Andrias Petersen úr javnaðarflokkinum helt, at tað kom at ganga nógv ár, áðrenn tað ver at loysa seg at leggja fjarðhitarør langar leiðir og vísti á royndirnar úr Hoyvíkshaganum, har allir oljugrunnurin hjá landinum varð tømdur fyri at bjarga fjarðhitafelagnum.
Hann tók undir við, at avlopshiti frá brennistøðini varð brúktur til ídnaðarendamál undir liðini á brennistøðini til orkukrevjandi ídnað á stðanum
Páll á Reynatúgvu úr tjóðveldisflokkinum helt eisini at tað var rætt at kanna um tað ikki var rættast at gera eina stóra brennistøð fyri at fáa raksturin so effektivan sum gjørligt.
Tórbjørn Jacobsen segði at tað má verða sjálvsagt, at økið rundanum brennistøðina verður brúkt til eitt ídnaðarøki, har virkini kunnu brúka avlopshita, ístaðin fyri at leggja rør ígjøgnum undirsjóvartunnilin.
Jóannes Eidessgaard helt at tað kundi verið vert at umhugsa at lagt grøv ígjøgnum undirsjóvartunnilin til at leggja rør og kaðalar ígjøgnum, tí tað var vanligt aðrastaðni, tí ongin visti, hvørjir møguleikar tóku seg upp í framtíðini.
Tó var hann samdur í, at vit fingu mest burturúr at brúka avlopshitan frá brennistøðini við at brúka hann á staðnum.