Tórbjørn Jacobsen er havnameistari í Runavíkar havn og hevur tikið seg aftur av politiska pallinum. Hann metir seg tískil ikki vera ein almennan persón. Við Sosialin sigur hann, at hann er ein púra vanligur borgari, sum hevur gjørt eina viðmerking til ein annan púra vanligan borgara á Facebook. Hann hevur tískil onga sum helst viðmerking til skrivingina á Facebook.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, hevur heldur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar. Hann sigur, at hatta má standa fyri rokningina hjá Tórbjørn Jacobsen – og at hann ikki ynskir at søkka á so lágt støði.