Tveir dómar í Danmark hava staðfest, at sparingar eru ikki haldgóð orsøk til at siga barnakonum úr starvi, um til ber at finna kvinnunum annað starv á arbeiðsplássinum, til dømis í aðrari deild. Tað er fakfelagið HK, Handel & Kontor, sum hevur fingið viðhald í teimum málum, har kvinnur vórðu sagdar úr starvi, meðan tær vóru við barn. - Tað ber ikki til at siga einari kvinnu úr starvi, um til ber at seta hana í annað starv í fyritøkuni, sum hon hevur førleika til, sigur Mette Kindberg, næstforkvinna í HK.