- Tað eru ongar ætlanir um at lata fiskavirkjum stuðul til at innflyta frystan fisk til virkingar.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Kortini vil hann ikki avhøvda tankan heilt, tí hann sigur, at er talan um at fáa eina framleiðslu á føtur, er tað møguligt, at ein stuðul kann skumpa undir.
Tó at hann ikki beinleiðis brennur fyri tankanum, sigur hann:
- Tað kann vera, at hetta er eitt gott hugskot. Men hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur politiskt og hann er heldur ikki á dagsskrá beint nú.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at stuðulin sum var til at keypa frystan fisk úr Russlandi, men hann kennir ov lítið til eftirmetingarnar av teirri royndini.
- Politiskt verður hinvegn mest tosað um at niðurlagað allar stuðulsskipanir, tí at vinnan skal í mestan mun klára seg sjálv.
Fiskivinnan verður lívgað
Sjálvur hevur landsstýrismaðurin ikki hildið, at stuðul altíð er av tí ónda, men hetta er so ikki ein spurningur, sum er uppi og ongin hevur vent sær til Fiskimálaráðið við hesum.
Men nú liggur eitt uppskot frá Miðflokkinum til viðgerar í Løtinginum um hetta, so málið kemur á dagsskrá nakað skjótt.
Hinvegin ivast landsstýrismaðurin í, hvussu stór undirtøka er fyri eini slíkari stuðulsskipan.
Símun P. Jacobsen á Fiskavirking skilir ikki politiska málsetningin um, at øll vinna skal vera stuðulsfrí, tí hann heldur, at tað er ikki rætt.
- Vit stuðla ferðavinnuni, landbúnaðinum og aðrari vinnu. Men so skjótt, tað eitur fiskivinnan, sum vit øll liva av, má talan ikki verða um stuðul.
Hann heldur eisini, at tað er løgið, at vit stuðla øllum møguligum vinnum, men nokta blankt at stuðla teirri vinnu, sum vit øll liva av og sum átti at verðið tann fyrsta, sum skuldi fingið stuðul.
- Hóast fiskivinnan er tað, vit liva av, sum vit kenna best til og sum vit duga best, kann talan ikki vera um stuðul til hana og tað skilji eg ikki, sigur hann.
Jacob Vestergaard er ikki samdur.
- Landbúnaðurin fær nakað av stuðuli, men nógvar ferðir minni enn okkara kappingarneytar geva landbúnaðinum.
Annars heldur hann ikki at fiskivinnan er heilt sør fyri stuðul.
- Virkini fáa flutningsstuðul og tað eru mong, sum eisini kalla skattafrádráttin til fiskimenn og inntøkutrygdina fyri stuðul. Alivinnan fær stuðul til koppseting og til royndarvirksemi. Og fara vit enn longur, hava vit eisini Havstovuna, Fiskiveiðueftirlitið, fiskivinnuumsitingina so tað almenna brúkar sanniliga nógvan pening upp á fiskivinnuna, sigur Jacob Vestergaard.
Les eisini tvær aðrar greinar í dagsins blaði um sama evni.