Oljuavgjald
Sosialurin hevur spurt fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, um landsstýrið fer at taka hædd fyri einum lækkaðum ella avtiknum oljuavgjaldi í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007.
Men tað fer landsstýrið ikki at gera.
Tí er heldur ikki líkt til, at tað fer at nytta nakað hjá løgtingsmanninum, Vilhelmi Johannesen, at taka málið um oljuavgjaldið upp í samgonguni í heyst, sum hann í greinini omanfyri sigur seg fara at gera.
- Nei, tað fyriliggur einki sum helst í landsstýrinum um at gera nakað við oljuavgjaldið, sigur fíggjarmálaráðharrin rættiliga avgjørdur.
Dálkandi orkukelda
Bárður Nielsen sigur seg als ikki vera fyri at minka um eitt nú umvhvørvisskattir og heilsuskattir, sum hann rópar tað.
Hann vísir á, at oljan er ein rættiliga dálkandi orkukelda og í tíðum sum hesum, nú so nógv verður tosað um umhvørvi, kemur tað ikki upp á tal at lækka ella avtaka oljuavgjaldið.
- Hinvegin er ikki sagt, at landsstýrið ikki kann gera okkurt, sum lættir um hjá eitt nú pensjónistum og stórum barnafamiljum. Men sjálvt oljuavgjaldið verður ikki nortið, leggur hann dent á.
Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at vit hava havt bjálvingarstuðulsgrunnin, har serliga pensjónistar kundu søkja um bílig lán til bjálving av sethúsum.
- Men mær vitandi hevur lítið virksemið verið her seinastu árini.
Hann sigur, at hesir møguleikar verða tiknir uppaftur í sonevnda bústaðarpakkanum, sum landsstýrið hevur sett út í kortið.
- Vit hava havt ein post á fíggjarlógini, ið verður róptur brennioljustuðul, sum eisini primert hevur verið ætlaður pensjónistum.
Minkar í prosentum
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at áður var tað soleiðis, at oljuavgjaldið hækkaði, tá ið oljuprísurin lækkaði, og tá ið oljan hækkaði í prísi, lækkaði avgjaldið.
- Men fyri nøkrum árum síðan varð avgjaldið lagt í fasta legu, soleiðis at tað í dag er 80 oyru fyri liturin. So hvørt, sum oljan seinasta hálvt annað árið er dýrkað, er avgjaldið soleiðis vorðið ein minni og minni partur av samlaða oljukostnaðinum.
Bárður Nielsen heldur, at fólk skjótt venja seg við broyttar umstøður, og hann heldur ikki, at fólk sum heild hava trong kor.
- Eg haldi, at miðal húsarhaldið í Føroyum hevur tað rímiliga gott. Hetta sæst eisini á optimismuni við nýbygging og umvælingum kring um landið, nýggjum bilum og dúgligari ferðing út í heim.
Og tó...
Hann sigur, at sum heild er keypiorkan hjá fólki økt seinastu árini, tí lønarvøksturin hevur verið størri enn inflatiónin.
- Tað vilja tó altíð vera nøkur, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka, og spurningurin er, hvussu hesi kunnu hjálpast, so teirra gerandisdagur fellir lættari, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.