Hóast býráðspolitikkarar nú rógva uppundir, at bústaðir skulu byggjast á Frúutrøð í Havn, so er einki hent í málinum, síðan Annika Olsen, borgarstjóri, í januar boðaði frá, at tann ætlanin er í grundini slept, og at gamli musikkskúlin skuldi brúkast til býarsavn.
Upprunaliga var ætlanin, at Bústaðir skuldu vera partur av íbúðarbyggingini, men Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sigur, at einki ítøkiligt liggur í kortunum í løtuni.
– Mann hevur roynt nakrar ferðir at koma í gongd, men í løtuni liggur einki á borðinum. Vit gjørdu nakrar tekningar saman við MAP arkitektum um, hvussu tað kundi brúkast, og ein fortreyt var, at har varð gjørdur ein parkeringskjallari, tí bilarnir fylla alt á Frúutrøð.
Og fatanin hjá Bústøðum er, at kommunan er farin frá ætlanini.
– Tað haldi eg, at kommunan er farin frá. Nú hevur hon so tikið musikkskúlan í brúk sum býarsavn. Nú er faktiskt einki pláss eftir, bert tann gamli reyði bygningurin, sigur Andras Róin.
Hóast Bústaðir hava tvey onnur øki í Havn at byggja á - á Dalavegnum og á Heimastahorni - so er lítið hjá stovninum at gera, tí tað ber ikki til at fara at samráðast við arbeiðstakarar, tá eingin fígging er til verkætlanirnar.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í Almannamálum, sendi í juli mánaði uppskot til hoyringar um at játta 400 milliónir til Bústaðir at byggja fyri. Av teimum 400 milliónunum kundu 100 milliónir nýtast til at byggja bústaðir í øki við kapping, í Havn, men hetta var í juli mánaði, og Bústaðir vita ikki at siga, hvør endin verður.
– Vit bíða eftir heimild, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.