Ongar nýggjar sendistovur

Sambært vinnu- og uttanríkismálaráðharranum, so fer føroyski uttanríkispolitikkur at leggja serliga dent á handilsviðurskiftir.

Í dag var fyrsti arbeiðsdagur hjá formanninum í Framsókn, Poul Michelsen, í sínum nýggja starvi sum vinnu- og uttanríkismálaráðharri.


Talan er um eitt nýtt ella víðka ráð, ið nýggja samgongan hevur sett á stovn. Men tað er als ikki av tilvild, at vinnumál og uttanríkismál eru samansjóðaði. Tvørturímóti var tað greitt frá fyrsta tíðindafundinum hjá nýggju samgonguni, at hon ætlar at røkja ein uttanríkispolitikki, ið leggur serligan dent á vinnuna og nýggjar marknaðir.


Ætlanin at uppraðfesta uttanríkispolitikkin er eisini staðfest í samgonguskjalinum.


- Føroyar skulu reka egnan málvísan uttanríkispolitikk og sita við borðið, tá viðkomandi avgerðir verða tiknar fyri land og fólk okkara. Tí verða uttanríkistænastan og sendistovuvirksemið ment.


Sambært vinnu- og uttanríkisráðharranum, Poul Michelsen, so merkir hetta tó ikki, at fleiri sendistovur verða settar á stovn.


- Tað eru ongar ætlanir um at seta á stovn nakrar fleiri sendistovur. Men vit ynskja sum heild at uppraðfesta uttanríkispolitikkin.


Serliga dentur fer at verða lagdur á at hjálpa føroyski vinnuni í útlondum, umframt at sendistovurnar fáa avrikslistar, ið tey skulu virka eftir.


- Ætlanin er at skipa eina avrikslista fyri sendistovurnar. Tað merkir, at man setir nøkur mál, ið man skal náa. Har kann man millum annað leggja ætlanir, um hvussu man kann hjálpa føroysku vinnuni úti í heimi. Síðani kann man eftirmeta arbeiðið seinni, sigur Poul Michelsen.


Harumframt er ætlanin at seta út í korti ein politikk, har man ynskir at vinna Føroyar limaskap í alheimsfelagsskapum og atgongd til nýggjar marknaðir.


- Vit fara at brúka meira orku upp á at seta okkara tjóð á heimskortið og søkja um limaskap í alheimsfelagsskapum, ið tæna okkum. Vit muga eisini fáa selt boðskapin um hvørji vit eru, og fáa í lag betri handilsavtalur við nýggjar marknaðir.