Eldraumsorgan
Fyrr í vikuni høvdu vit grein um Eldrafelagið Nón, sum hevur stór og góð felagshús í Saltangará.
Felagið hevur søkt um stuðul sambært løgtingslógini um "stuðul til umsorgararbeiði", men hevur fingið noktandi svar frá Almannastovuni, sum umsitir hesa játtan.
Hóast virksemið hjá eldrafelagnum, sum hevur millum 160 og 170 limir, fellir innanfyri karmarnar í lógini og teirri kunngerð og reglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, kundi felagið ikki fáa stuðul til rakstur av felagsvirkseminum.
Í svari hjá Almannastovuni til tey feløg, sum ikki fingu játtaðan stuðul, verður grundgivið, hví hesi feløg ikki kundu fáa stuðul.
Í stuttum er søgan hon, at Almannastovan hevur avgjørt bert at ganga umsóknum á møti, sum áður eru játtaðar, meðan nýggjar umsóknir ongan stuðul hava fingið.
Stuðulsjáttanin til umsorgararbeiði er nevniliga 3 mio krónur minni enn tað, sum søkt verður um.
Raðfestingin
Í skrivinum til tey feløg, sum ongan stuðul fingu, verður víst á, at sambært lógini kann umsorgararbeiði fevna um dagtilhald, mattænastu, vitjunartænastu, ítrív, eldrafeløg, koyritænastu og annað.
- Endamálið við stuðlinum er, sigur Almannastovan, at pensjónisturin skal vera búgvandi í egnum heimi ella, at stuðulin stimbrar pensjónistum til at gerast virknari.
Lagt verður aftrat, at í kunngerðini um umsorgararbeiði, er ein raðfesting ásett, har mattænasta fyri fólkapensjónistar er sett sum nr. 1, koyritænasta ella vitjunartænasta fyri pensjónistar sum nr. 2, dagtilhald fyri fólkapensjónistar ella minnisveik sum nr. 3 og onnur tiltøk ella fyriskipanir fyri fólkapensjónistar sum nr. 4.
- Heimildin er ein stuðulsjáttan, og sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at hetta kann hava við sær, at umsóknir ikki fáa eins høgar stuðulsupphæddir og áður eins og til ber at sýta umsøkjarum stuðul við teirri grundgeving, at játtanin er brúkt, sigur Almannastovan.
Grundgevingar
Almannastovan sigur víðari:
- At heimildin er ein stuðulsjáttan, ger, at neyðugt er eisini at taka hædd fyri fíggjarjáttanini umframt, at hædd verður tikin fyri, at umsóknin lýkur tey materiellu krøvini í lógini og kunngerðini.
Í skrivinum verður upplýst, at samlaða stuðulsjáttanin til umsorgararbeiði er stívliga 5,3 mió krónur. Samlaða talið av umsóknum er 43, og søkt verður um stívliga 8,3 mió tilsamans.
- Tá ið atlit skulu takast til bæði materiell krøv í lógarásetingini og samlaðu fíggjarjáttanini, hevur Almannastovan umframt at leggja dent á raðfestingina sambært kunngerðini eisini tikið atlit til verandi virksemi og nýtt virksemi innan hvønn bólk, sigur stovnurin.
Eingin nýggj játtan
At enda í skrivinum til tey feløg, sum ikki hava fingið játtaðan stuðul til umsorgararbeiði, sigur Almannastovan, at tey hava gjørt av, at verandi virksemi, ið hoyrir undir bólk 3, fær somu játtan sum í 2005, meðan nýggjar umsóknir, ið hoyra til bólk 3, ikki verða játtaðar.
- Tykkara virksemi kemur undir bólk 3 (dagtilhald), og talan er um nýggja umsókn. Tískil er gjørt av ikki at ganga umsóknini á møti, sigur Almannastovan.
At enda í skrivinum verður víst á, at avgerðin innan 4 vikur eftir móttøkuni av svarinum kann kærast til Kærunevndina í almanna-og heilsumálum.










