- Ongar danskar lýsingar, takk

Framyvir vera bert lýsingar og lýsingartilfar, sum er á føroyskum borin út. Hetta hevur Prentmiðstøðin givið Brúkaraumboðnum tilsøgn um. Tilsøgnin kemur eftir at ávísar fyritøkur ikki hava hildið marknaðarføringslógina, og hava sent danskt lýsingartilfar út í Føroyum

Brúkaramál

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Brúkaraumboðið hevur fingið avtalu í hús við Prentmiðstøðina, sum ger, at marknaðarføringslógin nú kann verða handhevjað.

Síðani marknaðarføringslógin kom í gildi tann 1. januar 2009, hava nógvar fyritøkur gjørt eitt stórt arbeiðið at týða donsk lýsingabløð, so at hesi verða send út á føroyskum.

Hóast hetta eru nøkur lýsingabløð, sum støðugt hava verið send út á donskum.

Brúkaraumboðið fegnast tí um, at tað er eydnast at gera avtalu við Prentmiðstøðina P/F, har ið Prentmiðstøðin hevur givið tilsøgn um at lýsingar og lýsingartilfar bert verður útborið, um so er at hesar lýsingar eru á føroyskum. Undantikið er tó lýsingartilfar, sum brúkarin hevur umbiðið.

- Við hesum hevur Prentmiðstøðin sýnt góðan marknaðarføringssið, við at verða undangongu felag at halda marknaðarføringslógina, sigur Brúkaraumboðið, Andras Arge.

Innihaldið í tilsøgnini er hetta:

Prentmiðstøðin gevur hervið sambært marknaðarføringslógini § 22 tilsøgn til Brúkaraumboðið um:

At virka fyri at fremja góðan marknaðarføringssið, við at ganga undan, so at § 7a, har ið ásett verður at lýsingar og lýsingartilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum eisini verður framd.

Tað vil siga at útbering av slíkum lýsingum kann bert fara fram, um so er at lýsingar og lýsingartilfar er á føroyskum. Undantikið frá hesum er tó tilfar sum brúkarin sjálvur hevur bílagt.


Fevnir ikki um kunngerðir

Tann vakni lesarin hevur kanska lagt til merkis, at tað regluliga standa danskar kunngerðir og starvslýsingar í Sosialinum og Dimmalætting. Men hesum er einki forgjørt í sambært Andrass Arge.

- Kunngerðir og slíkt er ikki fevnt av marknaðarføringslógini, og tí er einki ólógligt í tí. Tað er bara um ein fyritøka roynir at marknaðarføra eitt produkt. Vit hava eisini heimastýrislógina, sum sigur at kunngerðarmálið er bæði danskt og føroyskt, og tí er einki ólógligt í tí, greiðir Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, frá.