Ongar ætlanir um at seta krøv

Taø má vera vinnuligt grundarlag fyri tí

 

Tað eru ongar ætlanir um at áleggja fiskimonnum at taka ókruvdan fisk við til lands, fyri at tryggja, at eisini livur og annar innvølur á fiski, kann verða gagnnýttur.

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Kári P. Højgaard, tingmaður, sigur, at nettupp tað, at fáa alla rávøruna til høldar, má vera eitt aðalmál í eini burðardyggari fiskivinnu. Tí heldur hann, at ein sjálvsøgd byrjan kundi verið, at landsstýrismaðurin tók stig til at daggamal fiskur verður førdur til lands, blóðgaður í ísvatni, men ókruvdur.

 

Men tað ætlar Jacob Vestergaard ikki at gera. Hinvegin vísir hann á, at stig eru tikin til, í eini royndarskipan, at taka ókruvdan fisk til lands, eins og at fáa livur og garnar til lands í størri mun.

 

Hann sigur, at samskifti er ímillum stigtakara í Suðurstreymoy og Fiskimálaráðið um eina ætlan, ið hevur til endamáls at flyta blóðgaðan, ókruvdan fisk til lands. Men at seta serskild krøv í lóg ella kunngerð um at føra ókruvdan fisk til lands, er ikki ætlanin.

Peningur er settur av til fiskivinnuroyndir og í tí sambandi er fiskimálaráðið altíð til reiðar at stimbra undir slíkar ætlanir.

- Tað er tó tann vinnurekandi, sum má tryggja støðugt grundfesti í eini ætlan at føra ókruvdan fisk til lands, sigur Jacob Vestergaard.