Ongantíð merkt til kreppu

Mortan Mortensen er takksamur um, at Tangavirkið altíð hevur havt nokk at gera, hóast samfelagið annars hevur verið í kreppu.

Skamt frá bryggjuni í Vági liggur Tangavirkið. Mortan Mortensen er stjóri á Tangavirkinum og hann letur væl at gongdini hjá virkinum.

- Virksemi er stabilt og tað gongur gott. Sum eg havi sagt fyrr, so hava vit ikki merkt nakað til nakra kreppu, vit hava havt nokk at gera allatíðina, sigur hann.

 

Mortan Mortensen ásannar, at tíðinar ganga upp og niður, men fegnast um, at Tangavirkið altíð hevur nokk at gera.

- 2010 var tað besta árið, vit nakrantíð hava havt, hóast krepputíðir merktu samfelagið annars.

 

Í dag starvast 16 mans á Tangavirkinum, og Mortan Mortensen sigur, at hetta er eitt sera passandi tal.

- Í 2011 hevði eg 20 mans til arbeiðs, men tað haldi eg næstan var ov nógv. Tað vísir seg, at virkið koyrir sera væl, tá vit halda okkum til um 16, sigur Hann, og vísir á, at serliga umsitingarliga arbeiði gerst ov stórt, um starvsfólkini gerast ov nógv í tali.

 

Mortan Mortensen sigur, at fyri tíðina er mesta arbeiðið hjá Tangavirkinum í Suðuroynni, serliga er nógv arbeiði í lokalu alivinnuni. Eisini hava teir sáttmála upp á ventilatiónsarbeiði í SALT-verkætlanini, sum er virðismett til 1,7 milliónir krónur.

- Tað er eitt hampiliga stórt arbeiði fyri okkum, sum vit eru glaðir fyri, at vit hava fingið, sigur Mortan Mortensen.

 

Mortan Mortensen letur væl at virkseminum fyri tíðina.

- Tað er altíð okkurt at gera, okkurt, sum dettur niður til okkum. Var man úti um seg, so hevði man allarhelst havt meiri at gjørt. Tað liggur tó fínt eftir á botnlinjuni, við tí virksemi, vit hava nú, og onkuntíð skal man eisini duga at vera nøgdur við tað, ein hevur, heldur Mortan Mortensen.

 

Tangavirkið hevur annars eisini gjørt arbeiði við Hovs skúla og ellisheiminum í Vági. Mortan Mortensen sigur, at teir vóru nógv norðanfyri fyrr, men hava ikki lagt seg so nógv eftir tí seinastu tíðina.

- Vit høvdu millum annað arbeiðið við býlinginum undir Kongavarða, saman við Valbirni Dalsgarð. Vit gjørdu eisini skúlan á Argjahamri, umframt at vit bygdu trappurnar til Boðanesheimið. Vit hava gjørt heilt nógvar trappur, hesi árini, vit hava havt virksemi, sigur Mortan Mortensen.

 

Mortan Mortensen sigur, at Tangavirkið leggur seg ikki eftir, at fáa langtíðarsáttmálar norðanfjørðs.

- Vit taka smærri uppgávur á okkum, sum kanska varða eina viku ella tvær, men ikki langtíðararbeiði. Arbeiðsfólki hjá okkum eru menn hiðani úr økinum, nógvir við familjum. Tað liggur oftast illa fyri hjá teimum at vera norðanfjørðs í longri tíðarskeið. Og um teir fyrst skulu vera fýra vikur burtur frá familjuni, so vildu teir kanska heldur fari til Norra, har lønin er betri, enn at fara til Havnar, sigur Mortan Mortensen.

 

- Men vit eru sjálvandi áhugaðir í ølum tí arbeiði, sum vit kunnu gera her á virkinum og so senda norðureftir. Onkur arbeiði verða eisini bjóðaði út her suðuri í næstum, sum vit vóna at fáa lut í, sigur Mortan Mortensen at enda.

 

Tað var Palli Mortensen, nevndur Argja Palli, sum legði lunnar undir virkið. Hann flutti til Vágs í 1932 og byrjaði virksemi, ið seinni bleiv til Tangavirkið, stutt seinni. Virksemið byrjaði við umvæling av súklum og øðrum smiðjuarbeiði. Krígsárini høvdu hópin av umvælingum av motorum við sær og eftir kríggið umvældi virkið sín fyrsta trolara, nevndur Rodni.

 

Í kreppunum í 1950’unum varð farið undir leggja sentralhita inn í hús og í 1960’unum varð farið undir at framleiða føroyskar ketlar. Hetta helt fram til 1978, tá farið varð undir at gera oljutangar. Hetta er tann dag í dag ein tan størsta framleiðslan hjá virkinum.

 

Um aldarmótið opnaði Tangavirkið eisini handil, har útsøla av rørum, fittings og slíkum, ið hoyrir til virksemi, er at fáa til keyps.