Í fjør doyðu 12 fólk, eftir at hávar høvdu lopið á tey. Tað var tvær ferðir fleiri enn í 2010, og serfrøðingar geva veðurlagsbroytingunum og vøkstrinum í ferðavinnuni skyldina.
Í fjør vórðu 46 hávaálop fráboðað myndugleikunum, og í Avstralia, Suðurafrika, á Seyshellunum og á oynni Reunion kravdu álopini mannalív.
Serfrøðingar siga, at nú er hávur ofta at síggja á støðum, har fólk ongantíð hava sæð háv fyrr. Eitt nú fingu russisku myndugleikarnir boð um trý hávaálop í Primorye í fjør, og har hevur hávurin verið sjáldsamur gestur.
Hildið verður, at millum 30 og 70 milliónir hávar verða veiddir á hvørjum ári, og at triði hvør hávastovnur er í vanda fyri at doyggja út.