Sofus fór væl um kappaaldur og hevði eitt fjølbroytt lív. Sjálvur skrivar hann soleiðis um ein lut, - sum kemur á Listasavnið á Sandi, tá seinni helmingur av listaverkum hansara verða flutt av Tinghúsvegnum, heimi hansara og Gunnhildar - um árini sum sluppfiskimaður:
Ílat úr fitisteini at eta úr. Eg fann tað í útdeyðari bygd í Vesturgrønlandi. Var til skips við sluppini Maritana í 1934. Eg havi goymt lutin, tí hann minnir meg um tey seks hungursárini eg var sluppfiskimaður, trælaárini undir ómenniskjansligur korum, eitt sera vandamikið starv umborð á
hálvthundrað ára gomlum dangum, illa ella næstan ikki viðlíkahildin.
Tey árini eg var á Suðurlandinum, gingu fýra sluppir burtur, við mann og mús. Tá ein fór avstað um várarnar, var tað við tí fyri eyga, at ein møguliga kom ikki aftur, men fekk váta grøv í íslendskum sjógvi. Avrokningin kom fyri alt árið stutt fyri jól og var sera lítil, einar 300 kr ella minni í meðal.
Ætlan hansara var at halda fram sum sluppfiskimaður eins og pápin, men hesum forðaði Símun á Skarði, tá hann ein vetur var á háskúlanum. Sofus var ikki so at yvirtala, men Símun skrivaði til Høng um henda evnaríka unglingin, og tá vakurt bræv kom aftur úr Høng við boð um pláss á skúlanum hevði Símun av Skarði nakað at arbeiða við.
Sofus tók studentsprógv á Høng í 1940 og slapp ikki heimaftur vegna heimsbardagan og fór tí til Keypmannahavanar at lesa búskaparfrøði.
Hugdjarvur sum hann var, vardi ikki leingi til hann var aktivur í donsku mótstøðurørsluni og mátti undir jørðina. Øllum hesum sigur hann frá í sjónvarpsupptøku um list sína, ið eisini gerst ein áhugaverd frágreiðing um litríka lív hansara. Tað nemur við okkum og man fara at nema við ungfólk okkara, tá Sofus sigur frá munnligari próvtøku á Universitetinum, har hann lutvís skal hyggja at professaranum og lutvís at hurðini, samstundis sum hann situr og hugsar um, hvussu hann skal megna at taka til beins, um týskararnir koma at heinta hann.
Sofus hevði góðan ordan í mongu skjølum sínum, og vónandi kemur brævaskiftið hjá Símuni av Skarði við rektaran á Høng eins og skjal ella skjøl um hansara luttøku í donsku mótstøðurørsluni saman við nógvum øðrum tilfari, sum frálíður at liggja frammi ella vera atkomuligt á Listasavninum á Sandi.
Sum kunnugt skrivaði hann nógvar greinar um m.a. list og listafólk í Dimmalætting. Tá hetta lá so væl fyri hjá honum, loyvdi eg mær at biðja hann skriva nakað um egnu listaverk síni. Tað hevði verið so forkunnugt, tá listasavnið lat upp við øllum listaverkunum, at tað vóru søgur til myndirnar. Eg var ovurfegin, tá hann kom við einari síðu fyri og aðrari eftir m.a. um fitisteinin úr Vesturgrønlandi, skrivaðar – ikki á teldu, men skrivimaskinu. Sjálvur kallaði hann tað bara terapi hjá einum gomlum manni. Men hetta var alt so áhugavert, at eg helt hyggjuráðini vera ein sjónvvarpsfilm til Listasavnið á Sandi, so tey, ið vitja har, sjálvi kunnu síggja hann siga frá.
Sofus hevði í langa lívi sínum samskifti við nógv fólk, og var kendur fyri at vera bersøgin. Hetta lyndi eyðkendi hann, og jakslarnir vóru tøkk og prís vælvirkandi til tað seinasta. Ongatíð ivaðist tú í, hvørjum hann var samhaldsfastur við. Vit vóru samsint í politikki, og hann royndist mær mangan hollur, tá eg sum tingkona hevði tørv á með-og mótspæli.
Har var onki himpr. Skemtingarsamur eisini. Stuttligt var at hoyra hann siga frá, hvussu hann sum skrivari hjá Havnar arbeiðsmannafelagi legði eitt verkfall til rættis í 50-árunum.
Eingin dugur betur enn Sofus sjálvur at siga frá hendingaríka lívi sínum, og hvussu hann gjørdist hugtikin av myndlist. Frásøgn hansara er ikki bert áhugaverd við brotum úr egnum lívi, hon er eisini partur av okkara listasøgu og samtíðarsøgu. Sofus var lítillátin. Honum dámdi ikki at vera í fokus, eitt nú tá hann í januar í ár var valdur til ársins føroying og í samband við, at listasavnið á Sandi lat upp í summar hin 17. juni í ár við helminginum av listaverkum hansara. Tí verður steðgað her, eisini fyri at fólk kunnu gleða seg til sjónvarpsfilmurin kemur.
Friður fylgi minninum um heimasandsmannin Sofus Olsen.
Karin Kjølbro










