- Ongantíð fyrr verið kapping um plássini

KÍ venjarin Jón Harald Poulsen hevur fingist við kvinnufótbólt í fimtan ár. Eftir at FM heitið er komið undir land, sigur hann, at hetta er fyrsta árið, at so nógv fólk hevur verið til taks, og at kapping hevur verið um plássini

Eftir at KÍ kvinnurnar ognaðu sær føroyameistaraheitið inni á Skála, spurdu vit venjaran Jón Harald Poulsen, hvør høvuðsorsøkin til FM heitið er.

- Høvuðsorsøkin til góða úrslitið er, at vit hava verið so væl mannaðar í ár, og at tað hevur so nógv fólk bæði til venjing og dyst. Millum fjúrtan og tjúgu kvinnur hava verið til venjing hvørja ferð, og tað má sigast at vera góð uppmøting. Tað er í stuttum tað, sum hevur gjørt mun hjá okkum í ár.

KÍ endaði í fjør á fjórðaplássi, og tá hevði Jón Harald kvinnuliðið í Klaksvík undir hond seinnu helvt.

- Munurin frá í fjør til í ár er tann, at tær hava verið nógv meiri nærlagdar við uppmøtingini til venjing, og tað hevur sum sagt verið nógv fólk at tikið av gjøgnum árið. Jón Harald leggur afturat, at tað í ár hevur verið ein blandingur av yngri og eldri leikarum, og tað hevur eisini sett síni spor.

Spurdur, hvat teirra størsta styrki á vøllinum hevur verið, svarar Jón Harald, at tað hevur verið konditiónin og likamlig styrki. Hann nevnir eisini, at tað hava verið sterkir leikarar á øllum plássum, og at tað hevur verið kapping um plássini.

- Til dømis høvdu vit sunnudagin móti Skála fýra leikarar á beinkinum, sum eru sera góðir, har onkur hevur verið í byrjunaruppstillingini gjøgnum árið, og tað vísir styrkina í okkara hópi. Tað hevur stutt sagt verið hørð kapping um plássini, og tað hevur ongantíð verið fyrr, so leingi eg havi fingist við kvinnufótbólt.

Jón Harald Poulsen sigur, at tá hann tók við sum venjari seinnu helvt í fjør, og tá kappingin byrjaði í ár, var málsetningur hansara ikki endiliga at gerast føroyameistari, men meiri at hjálpa KÍ at hava ein venjara til kvinnurnar.

- Men tá tað so gekk so væl hjá okkum, vildi ein sjálvandi gerast føroyameistari, og tá vit so vunnu steypakappingina, samstundis sum tað gekk væl í endaspælinum, vildu vit vinna greipuna.

Tá vit koma inn á skipanina av kappingini í ár, heldur Jón Harald, at fyri teirra viðkomandi hevði verið gott at havt pláss fyri meiri enn einum liði.

- Kanska skuldu vit spælt hálvan vøll, tí fyri okkara viðkomandi hevði verið gott við einum 1. deildarliði, umframt einum hálvum liði afturat, tí fleiri kvinnur hava bert leikt ein ella tveir dystir í ár, og tað er harmiligt. Ella hevði tað verið eitt hugskot at spælt sum nú er, og so havt eitt B-lið við sjey leikarum, sum so kundu leikt hálvan vøll.

Spurdur um føroyskan kvinnufótbólt sum heild, heldur Jón Harald, at hann fyri teirra viðkomandi avgjørt er í menning.

- Nøkur vilja vera við, at tað gongur niðureftir, men í Klaksvík gongur uppeftir, og kvinnufótbólturin her er í menning. Fyri fyrstu ferð í lívi mínum hava so nógvar møtt upp og verið við í hópinum, og tær hava veruliga tikið uppgávuna álvara í ár.

Jón Harald heldur tó, at tað er neyðugt við einum A-landsliði, tí tað gevur leikarunum meiri at spæla fyri.

- Tað hevði verið sera gott við einum A-landsliði, tí eftir míni áskoðan hava kvinnurnar betri møguleika at koma langt enn menninir úti í heiminum. Um tað so ikki er EM ella VM, skuldu vit havt eitt A-landslið fyri kvinnur, sum kanska var við í oyggjaleikunum ella okkurt tílíkt.

Vit takka venjaranum hjá nýggju føroyameistarunum, Jón Harald Poulsen, fyri prátið, og Sosialurin ynskir honum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.